5 útbúgvingar í orku, maskinfrøði og støddfrøði
Í ár tekur Náttúruvísindadeildin lesandi inn á fimm útbúgvingum í orku, maskinfrøði og støddfrøði.
Talan er um útbúgvingarnar:
• BSc í orkuverkfrøði
• BSc í orkuvísindum
• BSc í orkuvísindum og støddfrøði
• BSc í maskinfrøði
• Hjánám í støddfrøði
Bachelor í orkuverkfrøði, í orkuvísindum og í orkuvísindum og støddfrøði
Bachelorútbúgvingarnar í orkuverkfrøði, í orkuvísindum og í orkuvísindum og støddfrøði eru vanligar bachelorútbúgvingar, ið krevja miðnámsprógv umframt ávísar førleikar í stødd-, alis- og evnafrøði. Søkt verður til hesar gjøgnum talgildu umsóknarskipanina hjá Setrinum. Útbúgvingin í orkuverkfrøði er 3½ ár og hevur eitt hálvt ár praktikk í gongdini. Útbúgvingin í orkuvísindum er ein 3 ára gongd uttan starvslæru og umleið eitt ársverk er valfrí skeið. Útbúgvingin í orkuvísindum og støddfrøði gevur tí lesandi eina holla grund í orkuvísindum og ein sterkan støddfrøðiprofil svarandi til hjánám í støddfrøði.
Hjánám í støddfrøði
Hjánám í støddfrøði er 2 ársverk. Søkt verður á umsóknarblaði, ið liggur á heimasíðu Setursins. Av 2 ársverkunum eru 1½ ársverk í reinari støddfrøði, ið verða lisin í 3 ár sum hálvtíðarlestur. Umframt hetta er ½ ársverk við valskeiðum, ið brúka støddfrøði. Hesi kunnu antin lesast saman við støddfrøðiskeiðunum ella aftaná. Av tí at hetta ikki er fulltíðarútbúgving, so er ikki møguleiki at fáa lestrarstuðul. Í summum førum ber til at skipa hjánám í støddfrøði sum part av fulltíðar-bachelorlestri við høvuðsgrein í øðrum fakøki; men tá er neyðugt at seta seg í samband við avvarðandi útbúgvingarleiðarar fyrst at kanna møguleikarnar.
Bachelor í maskinfrøði
Hetta er útbúgving, ið byggir oman á maskinmeistaraútbúgving. Her er talan um 75 ECTS afturat maskinmeistaraútbúgvingini, og samsvarar hetta við fulltíðarlestur í 1¼ ár. Upptøkugrundarlagið er maskinmeistaraprógv, og á síðuni um útbúgvingina kann lesast nærri um, hvørji prógv geva beinleiðis atgongd til útbúgvingina. Av tí at upptøkugrundarlagið er øðrvísi, verður søkt inn á hesa útbúgving við serskildum umsóknarblaði.
Ynskir tú at frætta meiri um útbúgvingarnar, kanst tú seta teg í samband við Benadikt Joensen, útbúgvingarleiðari í útbúgvingunum innan orku og maskinfrøði, tlf. 292555, benadiktj@setur.fo og Gunnar Restorff, útbúgvingarleiðari í støddfrøði, tlf. 292563, gunnarr@setur.fo
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...