vetrarupptøka klipt.jpg
16.12.2022
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

54 umsóknir til sjúkrarøktarfrøði í vetur

Setrið blandaði seg eitt sindur upp í plakatvalstríðið hjá politisku flokkunum og royndi at dyrgja eftir at fáa umsóknir til vetrarupptøkuna í sjúkrarøktarfrøði.

Tá umsóknarfreistin var úti 1. desember, hevði Lestrarskrivstovan fingið 54 umsóknir.

Sama tal í fjør var 64.

Í ár søktu 24 gjøgnum kvotu 1 og 30 gjøgnum kvotu 2.

25 umsøkjarar hava nú fingið tilboð um lestrarpláss, og tey hava freist til 2. januar at taka av.

Lestrarbyrjan er mánadagin 30. januar 2023.