Brynhild Thomsen
18.11.2021
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Skriva út
64 umsøkjarar til sjúkrarøktarfrøði
Tá umsóknarfreistin var av, hevði Setrið fingið 64 umsóknir til nýggju eyka upptøkuna til sjúkrarøktarfrøði í januar
Tørvurin á sjúkrarøkatfrøðingum er stórur, og landsstýrið gjørdi tí av, at Fróðskaparsetur Føroya skuldi taka lesandi inn tvær reisir árliga, á vetri og sumri.
Nú fyrsta umsóknarfreistin er farin til nýggju vetrarupptøkuna, eru 64 umsóknir komnar inn til tey 25 lestrarplássini, sum eru tøk.
Umsóknirnar verða nú viðgjørdar og vigaðar, og Lestrarskrivstovan fer at senda umsøkjarunum svar um upptøku týsdagin 23. november.
Krøvini at sleppa inn á útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði eru m.a. bókligt miðnamsskúlaprógv. Treytirnar eru her.
Av teimum 64 umsøkjarunum nú hava 49 søkt gjøgnum kvotu 2 og 15 gjøgnum kvotu 1.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...