Eyðfinn Magnussen, Náttúruvísindadeildin
21.02.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

7 Ph.D. og 4 Postdoc størv leys at søkja

Tann stóra norðurlendska verkætlanin “The Nordic Centre for Research on Marine Ecosystems and Resources under Climate Change (NorMER)”, sum Fróðskaparsetrið og Havstovan eru partar av, fer nú av bakkastokki. Tey fyrstu størvini eru nú leys at søkja.


Talan eru um eina stóra norðurlendska verkætlan, har 47 granskarar frá tíggju universitetum hava sligið seg saman. Endamálið við verkætlanini er at kanna, hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar kunnu fáa á høvini í Norðurlondum. Ætlanin er at finna fram til nýggjar mátar, sum lýsa hesar broytingar, og hvørjar fíggjarligar avleiðingar broytingarnar fara at hava.

Føroyski parturin

Føroyski parturin av verkætlanini er at kanna, hvussu hitabroytingarnar í sjónum hava ávirkað útbreiðsluna av toski undir Føroyum. Hesin parturin av verkætlanini byrjar tó ikki fyrr enn á vári í 2012, tá 7 Ph.D. og 4 Postdoc-størv aftur verða lýst leys at søkja.

Samlaða játtanin til verkætlanina er 32 milliónir norskar krónur, harav tann føroyski parturin er 2.6 milliónir.

Fleiri nýgg størv

Umframt teir 47 universitetsgranskararnar, sum longu eru knýttir at verkætlanini, skulu 14 Ph.D. og 8 Postdoc granskarastørv setast afturat. Hesi fyrstu  ellivu størvini, sum verða sett,  verða øll á hinum universitetunum í samstarvinum, men føroyingum stendur frítt í boði at søkja tey á jøvnum føti við aðrar umsøkjarar.

Umsóknarfreistin til tey fyrstu størvini er 30. mars 2011, og tey, ið sett verða, skulu byrja 1. august 2011.

Les lýsingina fyri leysu størvini


Les eisini:

  • Setrið - Nordic Centre of Excellence.
  • NorMER - The Nordic Centre for Research on Marine Ecosystems and Resources under Climate Change).