Skriva út
8 lærarar og 8 námsfrøðingar tikið ískoytisútbúgving til bachelor
Fríggjadagin 29. november fingu 8 fólkaskúlalærarar og 3 námsfrøðingar handað ískoytisprógv til bachelor á Námsvísindadeildini.
Fyri summarsteðgin tóku 5 námsfrøðingar sama prógv, og verða hesir tiknir við, so hava 16 av teimum 27, sum byrjaðu uppá ískoytisútbúgvingina í august 2012, gjøgnumført lesturin eftir einum góðum ári.
Tey lesandi lata væl at útbúgvingini, sum - hóast stríggin tíðarskeið innímillum – hevur givið teimum týðandi ástøðiligt og verkligt íkast til dagliga arbeiðið, umframt at hon hjá fleiri hevur eggjað til framhaldandi lestur innan sítt fakøki.
Ískoytisútbúgvingin er ásett at verða eitt hálvt lestrarár ella í minsta lagi 30 ects og fevnir um eitt ár, men kann eisini takast eftir tveimum árum.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...