29.04.2011
Føroyamálsdeildin Náttúruvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

8 vilja verða rektari á Setrinum

Tá ið umsóknarfreistin at søkja rektarastarvið á Fróðskaparsetri Føroya var úti á middegi tann 27. apríl, vóru 8 umsóknir komnar til starvið.


Talan er um 4 umsøkjarar úr Føroyum og 4 úr øðrum norðanlondum. Av hesum er talan um 7 menn og 1 kvinnu.

Setanarnevndin fer nú undir viðgerðina av umsóknunum.

Ætlandi verður tilmælið frá setanarnevndini klárt at leggja fyri stýrisfund tann 30. mai 2011.