30.11.2013
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Adjungeraður lektari á Sjúkrarøktarfrøðideildini

Hanne Kronborg er sett heystið 2013 sum adjungeraður lektari í sjúkrarøktarfrøði á Sjúkrarøktarfrøðideildini.


Hanne Kronborg er lektari á Institut for Folkesundhed - Sygeplejevidenskab á Århus Universitet. Hon er kliniskur granskari, sum leggur dent á heilsu- og sjúkrarøkt hjá børnum og familjum teirra. Meir um Hanne Kronborg sæst her.

Hanne Kronborg fer at luttaka í arbeiðinum á Sjúkrarøktarfrøðideildini við menning av útbúgving og gransking. Hon fer serliga at hava ein virknan leiklut í vegleiðing av ph.d. lesandi á SFD.