29.11.2013
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Adjungeraður professari á Sjúkrarøktarfrøðideildini

Elisabeth Hall er sett sum adjungeraður professari í sjúkrarøkt á Sjúkrarøktarfrøðideildini frá 1. desember 2013 at rokna.


Elisabeth Hall er Professor Emeritus á Institut for Folkesundhed - Sygeplejevidenskab á Århus Universitet. Hon arbeiðir við eini kvalitativari tilgongd serliga við sjúkufyribyrging og rehabilitering. Meir um Elisabeth Hall sæst her.

Arbeiðið hjá Elisabeth Hall á Sjúkrarøktarfrøðideildini fer serliga at fevna um at menna granskingarførleika á SFD, at vegleiða ph.d. lesandi og at vegleiða komandi adjunktum á SFD.