Adjunktur í skaldskapi av manna munni settur
17.07.2015
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Adjunktur í skaldskapi av manna munni settur

Tann 1. august byrjar Tóta Árnadóttir á Føroyamálsdeildini, har hon m.a. fer at undirvísa í skaldskapi av manna munni.


Harfturat fer hon í næstum undir eina ph.d.-verkætlan, sum hevur til endamáls at kanna, hvussu ið føroysk dansi- og kvæðamentan verður handað millum ættarliðini í nútíðarsamfelagnum.

Tóta er fødd 1970 í Havn. Hon tók MA prógv í føroyskum í februar 2014 við endaligari ritgerð um fuglamotiv í føroyskum kvæðum. Hon hevur undirvísingarroyndir frá Føroyamálsdeildini og Føroya studentaskúla og HF-skeiði og starvaðist eisini eitt skifti sum granskingarhjálpari á FMD.