16.06.2011
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Adjunktur í søgu á Fróðskaparsetrinum

Erling Isholm er settur í starv sum adjunktur í søgu á Fróðskaparsetrinum



Erling Isholm er cand. mag í søgu og føroyskum og hevur harumfrat BA-prógv í føroyskum. Hann hevur undirvíst á Studentaskúlanum í Hoydølum í 9 ár.

Hann hevur sýnt serligan áhuga fyri nýggjari føroyskari vinnusøgu og skrivaði høvuðsritgerð um Føroyingahavnina í Grønlandi, og  eisini hevur hann skrivað 100 ára minningarritið Losjan "Støt Viljen" 100 ár í 2005. Erling Isholm hevur eisini hollar royndir í bókaútgávu.

Eftir ætlan tekur Erling Isholm við starvinum 1. august 2011.

3 umsóknir vóru til starvið.