Áðrenn bókasavnið
Ráðstevna um innsavningararbeiði, ferðafrásagnarskriving og útgávuvirksemi í 19. øld.
Ráðstevnan verður á Landsbókasavninum leygardagin kl. 11-16. Ráðstevnan er skipað sum almenn upplýsing grundað á gransking, og ein bók um ráðstevnuevnið verður løgd fram. Høvuðsfyrilestrarhaldararnir eru universitetsgranskarar. Kim Simonsen er samskipari. Ókeypis atgongd. Sí skrá frá samskiparunum niðanfyri.
BÓKAFRAMLØGA OG RÁÐSTEVNA - Leygardagin 14. november 2015, kl. 11
verður bókaframløga og ráðstevna á Landsbókasavninum.
Framløga verður av nýggju bókini:
"Áðrenn bókasavnið. Ein alda av evropeiskari mentanarsøgu.
Lyngbye, Davidsen og Rafn 1817-1828"
Her verður dentur lagdur á ferðing, netverk og útgávuvirksemi, sum viðkemur Føroyum, og sum endar við at bókasavn, Færø Amts Bibliotek, verður stovnað í Havn í 1828. Tað er altjóða netverkið "Network on Travel Writing to the Romantic Far North 1800-1900", sum skipar fyri framløguni og ráðstevnuni.
Ráðstevnan hevur heitið "The Discovery of the Romantic North - Historicism, Antiquarianism and Traveling European “Men of Science and Letters” 1800-1900".
Framløgan og ráðstevnan er almenn og ókeypis.
Bókaframløgan byrjar kl. 11 við at Rigmor Dam, mentamálaráðharri, setur stevnuna.
Síðan fer Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, at bjóða vælkomin og hava framløgu um bókasøvn, talgilding og hvussu langt vit eru komin á tí økinum.
Sjálv ráðstevnan byrjar kl. 12 og har vera fleiri framløgur og fyrilestrar.
Kim Simonsen, sum starvast á universitetinum í Amsterdam og samskipar netverkið, fer kl. 12.00-12.45 at greiða frá tíðini upp til at bókasavnið verður stovnað. Heiti á hansara fyrilestri er:
- Polymath Travellers and the Invention of Antiquarianism,
H.C. Lyngbye’s travels in 1817 and the Creation of a Nation. -
Kl. 12.45-13.15 fer Peter Fjågesund frá universitetinum í Telemark at halda fyrilestur við heitinum:
- The Idea of North and Travel Writing. -
Aftan á stuttan steðg fer Michael Harbsmeier frá universitetinum í Roskilde kl. 13.30-14.00 at halda fyrilestur um:
- The Universal Code of Travel Writing. -
Síðan fer Sumarliði Ísleifsson, Háskóli Íslands, kl. 14.00-14.30 at greiða frá um:
- Travel Writing and the Image of Iceland. -
So verður aftur stuttur steðgur, har høvi verður at fáa ein kaffimunn ella frukt at eta.
Ráðstevnan endar við at Ole Wich, listamaður og kurator, kl. 15.00 fer at hugleiða um at taka fram og avmynda nakað av tilfarinum eftir H. C. Lyngbye, sum vitjaði í Føroyum í 1817 og gjørdi rannsóknir.
Framløgan hevur heitið: - Going visual with Lyngbye - a reflexion. -
Ráðstevnumálið verður fyri tað mesta enskt.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...