Áhugaverd greinaskriving um heilsuátøk
10.01.2015
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Áhugaverd greinaskriving um heilsuátøk

Nú hevur seinasta greinin hjá teimum lesandi á 9. eind á Sjúkrarøktarfrøðideildini verið í Vikuskiftisblaðnum.


Sum partur av sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini á Sjúkrarøktardeildini á Fróðskaparsetri Føroya verður skrivað grein um heilsuframa og fyribyrging. Tey lesandi eru tá komin um hálva leið í útbúgvingini, eisini kallað eind 9, hvørs endamál er, at tann lesandi:

  • skilir, hvønn týdning sjúkrarøkt hevur í samband við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk og ætlanir í heilsuverkinum og í samfelagnum
  • fær innlit í, hvønn leiklut sjúkrarøktarfrøðingurin hevur í samfelagsligum høpi viðvíkjandi heilsufremjing og fyribyrging
  • mennir førleika til at kunna greina og miðla sjúkrarøktarfakligar spurdómar í samfelagsligum og mentanarligum høpi.


Tí hava tey fingið undirvísing í eitt nú fólkaheilsuvísindum, samfelagsfrøði, mannfrøði og námsfrøði, har tey viðgera sjúkrarøktarfakliga spurdómar um heilsuframa og/ella fyribyrging í samfelagsligum høpi.

Talan eru um evni sum: sosialur ójavni, sosialur arvur, motivatión, heilsukampagnur, farsóttarfrøði, fólkaheilsu, arbeiðisumhvørvi og strongd  og so um greinaskriving. Hesar greinar eru eisini próvtøkuuppgávur.

Tey lesandi hava arbeitt í bólkum við fylgjandi evnum:

  • Svøvnur
  • Prostatakrabbi
  • Vetrartunglyndi
  • Eldri og rørsla
  • D-vitaminir
  • Sálarlig heilsa
  • HPV-vaksinan


Niðanfyri er leinki til heimasíðuna, har tær greinar, sum hava staðið í Vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum, eru at finna.

Greinar um heilsuframa og fyribyrging