Áhugavert ph.d. skeið í antropologi og føroyskari mentan
Áhugavert ph.d. skeið í antropologi og føroyskari mentan verður á Sjúkrarøktarfrøðideildini í viku 45, 3.–6. november 2015.
Áhugi fyri gransking í Føroyum, bæði her í landinum og uttanlands, hevur verið vaksandi seinastu árini. Fyrst og fremst hevur áhugi verið fyri náttúruvísindaligum granskingarætlanum, og tí hava skeiðstilboðini til hugvísinda-, heimspekis- og samfelagsvísindagranskarar verið avmarkað.
Ungir granskarar úr ymsum fakøkjum hava sóknast eftir skeiðum og seminarum, sum leiða inn í føroyska mentanarfatan og mentanargransking. Føroyska samfelagið er í stórari menning, og tí er eisini neyðugt alsamt at dagføra kunnleikan um sosialar og mentanarligar tilgongdir. Tað er við støði í hesum viðurskiftum, at vit nú halda eitt nýtt skeið, sum verður nevnt «Antropologi og føroysk mentan» fyri teimum, ið áhugað eru.
Skeiðið er grundað á sosialantropologiskar rannsóknir, háttaløg og ástøði. Fyrri partur kunnar um sosialantropologi sum amboð og keldu til kunnleika um mentanarlig viðurskifti í Norðurlondum og í heiminum. Seinni partur kannar gjøllari føroyska mentan við støði í orðaskifti um samfelag og granskingarumhvørvi – t.d. sambandið millum siðvenju-modernitet og staðbundið-alheimsligt.
Sjálvt um skeiðið fyrst og fremst vendir sær til fólk, sum hava áhuga í mentanarligum og sosialum viðurskiftum í nútíðarligu Føroyum, er tað eisini viðkomandi hjá teimum, sum hava áhuga í líknandi smáum samfeløgum í Norðurlondum og aðrastaðni. Málið við skeiðinum er at fáa granskarar og onnur at lata eyguni upp fyri spurningum og evnismálum, sum kunnu gera sítt til at bøta um fatanina fyri tí støðu, mentanin er í, og tí týdningi, hon hevur í allari samfelagsmenningini.
GG! við umsóknini skulu umsøkjarar leggja eitt abstrakt í mesta lagi 150 orð til longdar, har umsøkjarin sigur frá um verkætlan/ir, sum viðkomandi arbeiðir við ella ætlar sær undir.
Tilmelding til skeiðið – umsóknarblað (kemur seinni)
Skeiðsgjald: 2000 kr.
Umsóknarfreist: 31.08.2015
Faklig samskipan og undirvísing: Thomas Hylland Eriksen, professari Í sosialantropologi (les meira her), & Firouz Gaini, Post.doc (les meira her)
Fyrisitingarligur samskipari: Ása Róin, RN, ph.d. Fróðskaparsetur Føroya, asar(at)setur.fo
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...