27.05.2015
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Áhugavert ph.d. skeið til heystar

Á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi verður til heystar í viku 45 skipað fyri áhugaverdum ph.d. skeiði innan "Antropologi og føroyska mentan". Skeiðið er grundað á sosialantropologiskar rannsóknir, háttaløg og ástøði.


Áhugin fyri gransking í Føroyum, bæði her í landinum og uttanlands, hevur verið vaksandi seinastu árini. Fyrst og fremst hevur áhugi verið fyri náttúruvísindaligum granskingarætlanum, og tí hava skeiðstilboðini  til hugvísinda-, heimspeki- og samfelagsvísindagranskarar verið avmarkað.

Ungir granskarar úr ymsum fakøkjum hava sóknast eftir skeiðum og seminarum, sum leiða inn í føroyska mentanarfatan og mentanargransking. Føroyska samfelagið er í stórari menning, og tí er eisini neyðugt alsamt at dagføra kunnleikan um sosialar og mentanarligar tilgongdir. Tað er við støði í hesum viðurskiftum, at vit nú halda eitt nýtt skeið, sum verður nevnt «Antropologi og føroysk mentan» fyri teimum, ið áhugað eru.

Skeiðið er grundað á sosialantropologiskar rannsóknir, háttaløg og ástøði.

Fyrri partur kunnar um sosialantropologi sum amboð og keldu til kunnleika um mentanarlig viðurskifti í Norðurlondum og í heiminum.

Seinni partur kannar gjøllari føroyska mentan við støði í orðaskifti um samfelag og granskingarumhvørvi – t.d. sambandið millum siðvenju-modernitet og staðbundið-alheimsligt.

Sjálvt um skeiðið fyrst og fremst vendir sær til fólk, sum hava áhuga í mentanarligum og sosialum viðurskiftum í nútíðarligu Føroyum, er tað eisini viðkomandi hjá teimum, sum hava áhuga í líknandi smáum samfeløgum í Norðurlondum og aðrastaðni. Málið við skeiðinum er at fáa granskarar og onnur at lata eyguni upp fyri spurningum og evnismálum, sum kunnu gera sítt til at bøta um fatanina fyri tí støðu, mentanin er í, og tí týdningi, hon hevur í allari samfelagsmenningini.

Skeiðið verður nærri lýst seinni. Spurningar kunnu setast til Ásu Róin tlf. 292254 ella asa.roin(at)skulin.fo