Áhugin fyri siðbundnum handverki er vaksandi
10.11.2016
Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Áhugin fyri siðbundnum handverki er vaksandi

Economusée-verkætlanin sameinir gransking, vinnu og lokalsamfelag til frama fyri siðbundið handverk, sigur Olga Biskopstø frá Granskingardeplinum


Síðani 2008 hevur Granskingardepilin verið við í norðuratlantisku verkætlanini Economusée. Málið hevur verið at finna ein hátt at tryggja, at siðbundið handverk ikki hvørvur, men gerst ein liður í at bera kunnleikan um handverkið víðari til komandi ættarlið.

Við royndum úr Kanada og gransking í háttum at byggja brúgv millum kunning, handverk og nýhugsan, hevur Economusée-konseptið ment seg. Í dag virka smiðjan á Trøllanesi og Tutl eftir hesum konsepti, umframt at bátasmíð, ullarvirking, træ- og grótvirki eru ávegis.

Siðbundið handverk sum táttur í ferðavinnuni
Sokallaða Economusée Craft Reach 2016 -2018 verkætlanin er eitt framhald av verkætlanini Economusée. Arbeiðsuppgávan og endamálið er at tryggja, at Economusée-konseptið kemur í eina trygga legu og gerst ein virkin partur í føroysku ferðavinnuni. Somuleiðis er málið at finna hættir at fáa ungdóm, eldri og listafólk at fáa gagn av tiltøkunum.

Economusée Craft Reach er á henda hátt ein verkætlan, ið sameinir gransking, vinnu og lokalsamfelag. Verkætlanin verður fíggjað av Fróðskaparsetri Føroya og NPA, t.e. The Northern Periphery and Arctic Programme 2014-2020.


Siðbundið handverk um at hvørva
Í fleiri londum eru fólk farin at eftirlýsa siðbundnar fakligar dygdir innan øll handverk. Hetta merkir, at kundin spyr eftir lutum, ið eru framleiddir við støði í siðvenju og søgu. Serliga eru tað arkitektar, ið sóknast eftir lutum, ið eru evnaðir til eftir gomlum mynstri ella framleiddir við siðbundnum amboðum.

Her hevur Economusée-konseptið ein serligan fyrimun, og tað gevur seg til kennar hjá teimum virkjum, ið eru vorðin partur av Economusée. Tey merkja øll eina stóra framgongd í søluni, grundað á, at tey gerast sjónlig á marknaðinum við handverki, ið mong halda vera horvið.

The Artisan - handverkarin
Í Economusée-høpi verður orðið ”artisan” brúkt um handverkaran. Í orðinum liggur, at ”the artisan” er handverkari og listafólk um somu leið. Vit hava okkum kunnugt ikki eitt gott føroyskt orð fyri hetta. Men tað listarliga liggur í sjálvum framleiðsluháttinum og í lidna lutinum. At uppliva ein handverkara, ið livir seg inn í sítt arbeiði og vísir fram broytingina frá tí ráa tilfarinum til ein snøgt evnaðan lut, er fyri mong ein listarlig uppliving. Tað endaliga úrslitið fevnir ofta um brúkslutir, brúkslist ella prýðislutir, og tí hóskar Economusée væl til ferðavinnuna.

Maskinur í framleiðsluni
Í Economusée-konseptinum er tað ikki nøkur andsøgn í at brúka maskinur í pørtum av framleiðsluni. Tí kunnu bæði grótvirkið og spinnaríið vera við. Sum oftast verða maskinurnar brúktar í pørtum av framleiðsluni, meðan hendurnar ella handamboð verða brúkt í øðrum liðum í tilevningini.

Styrkin í at hava bæði nýggj og gomul amboð í arbeiðsgongdini er m.a. at siga søguna um menningina av handverkinum, men ikki minst at geva íblástur til nýhugsan við støði í tí siðbundna. Her er Tutl eitt gott dømi, ið lýsir røturnar og greinarnar í føroyskum siðbundnum tónleikahandverki.

Samfelagsliga gagnið
Ferðavinnan er í skjótum vøkstri, og okkum tørvar vørur at selja ferðafólkinum. Til hetta endamál er Economusée sera væl egnað, eisini tí at tiltakið verður skipað í tøttum samstarvi við ferðavinnuna. Sum frá líður koma fleiri handverk at gerast partur í netverkinum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Umframt at gagna ferðavinnuni gagnar tiltakið tí einstaka virkinum og skapar trygd fyri, at siðbundið handverk, teknikkir og aldargamal kunnleiki ikki fara fyri bakka og hvørva, men verða varðveitt og ment.

Dagarnar 24.-27. november verður tiltak á Reinsarínum í Havn við framsýning av og framløgum um siðbundið handverk. Les meira her.