Akademikarar og ungfólk minst forlipt í føroyskum orðasmíði
22.05.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Akademikarar og ungfólk minst forlipt í føroyskum orðasmíði

Akademikarar og tey ungu halda tað vera í lagi at taka ensk orð beint inn í málið, tey eru ikki so forlipt uppi í nýsmíðaðum føroyskum orðum


Í samfelagsmálvísindaligari gransking er samfelagslig flokking eitt lyklahugtak. Slíkar flokkingar eru áhugaverdar, tí tær kunnu avdúka nakað um málsamfelagið og tess nýtslu og normar. Hvør sigur hvat, og hvør heldur hvat. Her verður víst á tveir bólkar, sum eru áhugaverdir í einum samfelagsmálvísindaligum sjónarhorni: Akademikarar og ungfólk.

Akademikarar og tey ungu halda tað vera í lagi at taka ensk orð beint inn í málið, tey eru ikki so forlipt uppi í nýsmíðaðum føroyskum orðum. Tess longri skúlagongd, tess størri mótstøða móti nýggjorðasmíði, sum eg her kalli fyri purismu. Og tá ið vit vita, at fleiri og fleiri fáa sær hægri útbúgving, kunnu vit vænta, at undirtøkan fyri purismu fer at minka í framtíðini. Hinvegin siga tey ófaklærdu, at vit eiga at gera føroysk orð. Tað kann merkja, at undirtøkan fyri føroyskari orðagerð fer at vikna sum frá líður, um hon í størri og størri mun verður sett í samband við lága samfelagsstøðu, tí tað er ein sannroynd, at tað søguliga sæð ikki eru teir sosialt lágu bólkarnir, ið hava myndað málpolitikkin í teimum ymsu londunum. Tey ungu eru samd við akademikarunum og halda tað vera óneyðugt at gera nýggj føroysk orð, og um tey halda tað sama, eftir at tey eru vorðin vaksin, liggur ein stór málpolitisk avbjóðing fyri framman. Hetta kann lesast úr eini kanning, sum reisir spurningin: Stendur purisman við nýggjorðasmíði fyri falli? Tað eru ábendingar um tað.

Í dag tykist undirtøkan fyri purismuni at hava minni týdning sum savnandi tjóðskaparlig ímynd enn fyri fáum árum síðani. Í orðabókum frá 1990’unum eru nógv fremmand orð eru tikin við samanborið við eldri orðabøkur. Tann frælsari hugburðurin til ta siðbundnu málrøktina kann hava ymsar orsakir: Opnari samfelag og størri málsligt samband serliga við tann enskmælta heimin, alheimsgerð, kunnleiki í enskum, vaksandi virðing fyri talumálinum millum málfrøðingar og orðabókahøvundar, vaksandi góðtøka millum fakfólk av tøkuorðum í yrkismálinum. Kanska kann tann neiligi hugburðurin hjá dønum til orðagerð hava ávirkað hugburðin hjá føroyingum gjøgnum útbúgvingar á donskum lærustovnum.

Øll hesi viðurskifti kunnu stúvast saman og skilmarkast sum eyðkenni fyri tað seinmodernaða samfelagið. Og eyðkennini fyri tað seinmodernaða samfelagið eru m.a. minni myndugleikatrúgv og harav størri individualisma, har fólk sjálv velja sín samleika og síni virðir. Tey kenna seg frí, kunna velja og velja frá. Tey tulka málið á sín egna hátt, og valdið til at skilmarka málið er í stóran mun flutt frá málmyndugleikanum til brúkaran. Ein avleiðing er, at málrøkt sum partur av tjóðarbyggingini hevur minni týdning nú enn fyrr.

Tað er ikki nøkur loyna, at føroyingar eru ósamdir um, hvørt vit eiga at gera nýggj føroysk orð ella taka tey fremmandu orðini beint inn í føroyskt, og kanningin vísti eisini, at tað ber illa til at tosa um ein felags hugburð fyri alla tjóðina. Men við at spyrja um t.d. aldur og útbúgving, bar til at síggja nøkur mynstur í svarunum, m.a. at akademikarar og tey ungu síggja ikki enskt sum nakran vanda fyri føroyskt. Hetta vísti áðurnevnda kanning, sum undirritaði gjørdi millum 2002 og 2004. Um tey ungu halda fast við sín jaliga hugburð til at brúka ensk orð í føroyskum, eftir at tey eru vorðin vaksin, er tað dømi um ein broyttan málhugburð, og tá kann tað henda, at purisman fer at vikna sum frá líður.

Øll greinin kann lesast við at klikkja á hetta leinkið: