Fólk líða á íslendska forsetafyrilesturin klipt.jpg
Guðni Thorlacius Jóhannesson, forseti Íslands, helt fyrilestur á Fróðskaparsetri Føroya 10. mai (Foto: Brynhild Thomsen)
Brynhild Thomsen
12.05.2022
Setrið
Skriva út

- Akademikarar skulu vera kritiskir

Guðni Thorlacius Jóhannesson, forseti Íslands, helt ein góðan og skemtiligan fyrilestur um nationalismu, tá hann vitjaði á Setrinum týsdagin

Íslendski forsetin var á arbeiðsferð í Føroyum, og - eins og hann áður hevur gjørt - vildi hann fegin halda fyrilestur á Fróðskaparsetri Føroya.

Chik Collins, rektari, segði, at hesir fyrilestrarnir hava stóran týdning fyri Setrið, sum jú er rótfest í Føroyum, men hevur globalt útsýni.

- Takk fyri, at tú, harra forseti, ert so gávumildur, at tú gevur tær stundir til at halda fyrilestrar her, segði rektarin m.a. í vælkomurøðu síni.

Heitið á fyrilestrinum hjá forsetanum var "Nationalism in Turbulent Times. Lessons for Small Nations in the North Atlantic", og hann røddi bæði um ringa og góða nationalismu.

- Góð nationalisma, patriotisma, skapar samanhald, segði forsetin m.a. og nevndi móðurmálið sum nakað serligt.

- Men vit mugu hava eina inkluderandi málstevnu, legði hann aftrat og greiddi frá, hvussu Ísland er broytt frá at vera ein tjóð við homogenum íbúgvaraskara til at vera fjøltáttað við tilflytarum, sum hava annað móðurmál enn íslendskt. Í hesum sambandi bar hann fram eina anekdotu um ein upprunatýskara, sum hevði fingið starv sum vertur fyri veðurtíðindunum í íslendska kringvarpinum. Hann dugdi væl íslendskt, men máldámurin var týskur, og hetta hóvaði ikki øllum íslendingum.

- Men hann hevði eitt sera gott aftursvar til kritikararnar.

- Hann segði bara, "tey skilja, sum vilja", og tað er jú soleiðis, at tað er, segði forsetin og endurtók, at tað er okkara uppgáva at vera inkluderandi.

Áðrenn Guðni Thorlacius Jóhannesson tók við sum forseti í Íslandi í 2016, var hann professari í søgu á lærda háskúlanum í Íslandi, umframt at hann hevur undirvíst á lærda háskúlanum í Reykjavík, Bifröst og á lærda háskúlanum í London. Nøkur ár arbeiddi hann eisini parttíð fyri RÚV sum tíðindamaður.

Í fyrilestrinum hugleiddi forsetin um leiklutirnar, sum ein akademikari hevur og samanbar við leiklutin, sum hann nú hevur sum forseti.

- Akademikarar skulu vera kritiskir og eisini mótvegis nationalum sjálvsmyndum og -fatanum. Men kann eg tað sum forseti?, spurdi hann og svaraði sjálvur.

- Ímyndið tykkum, at eg í nýggjársrøðuni segði: "Góðu íslendingar, farna árið hevur verið ringt, og árið, sum nú er byrjað, verður ikki betri". Tað kann eg ikki gera, men tað er uppgávan hjá akademikarum at bera fram kritikk. Ikki bara í vísindaligum tíðarritum við avmarkaðum lesaraskara, men í almenna orðaskiftinum, segði hann.

Guðni Thorlacius Jóhannesson hevur skrivað mangar greinar og eisini bøkur um nútímans íslendska søgu. Hann hevur skrivað um toskakríggini, forsetaembætið í Íslandi, fyrrverandi forsætisráðharran, Gunnar Thoroddsen, njósning í Íslandi, fyrrverandi forsetan, Kristján Eldjarn, umframt at hann hevur skrivað eina bók um bankaskrædlið í Íslandi í 2008.

Eftir fyrilesturin svaraði forsetin spurningum frá áhoyrarunum. Her er tað Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Setrinum, sum tosar við forsetan.

Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum nýtti eisini høvi at heilsa uppá forsetan, sum sama fyrrapart hevði verið í Tinganesi á fundi við Bárð á Steig Nielsen, løgmann.