Knud Simonsen
18.01.2008
Skriva út

Alduvánaskipan fyri Føroyaleiðirnar

Náttúruvísindadeildin hevur samanborið alduforsøgnir frá stovninum ECMWF við aldumátingar á føroya leiðini, sum tað fyrsta stigi til at gera eina neyva alduforsagnarskipan fyri føroyska landgrunnin. Hetta stendur at lesa í grein í seinasta Fróðskaparriti.


Úrslit frá virkandi aldumyndlinum hjá ECMWF, ið er ein felags evropeiskur stovnur fyri allar veðurstovnar í Evropa, eru í greinini samanborin við aldumátingar, sum eru gjørdar á føroyaleiðini. Niðurstøðan í greinini er at aldumyndilin hjá ECMWF roknar alduviðurskiftini á føroyaleiðunum so mikið neyvt, at úrslitini frá honum kunnu brúkast til at dríva eina háupploystan aldumyndil fyri innaru leiðirnar á landgrunninum.

Altjóða aldu og veðurvánir
ECMWF er ein stovnur, sum vegna veðurstovnar í Evropeisku londunum, ger verðurvánir kring allan heim. Veðurvánirnar verða roknaðar av myndlum, ið liggja á roknisterkum teldum. Fyrst í 1980-árunum vórðu myndlar fyri alduviðurskiftini knýttar upp í skipanina, og í dag veita ECMWF og flestu veðurstovnar í Evropa vánirnar fyri bæði aldu og veður.

Bæði aldu og veðurvánirnar, ið ECMWF ger, verða gjørd yvir stór økir, og tískil er rættuliga langt ímillum hvørja útrokning í myndlunum. Fyri smá økir, ið eru illa sjógva orsakað av grynnum og streymi, sum t.d. tað føroyska, eru hesir myndlarnir enn ov grovir til at verða heilt álítandi.

Alduvánir á føroyska  landgrunninum
Fyri nøkrum árum síðani setti Náttúruvísindadeildin sær fyri at menna ein alduvánamyndil, sum er førur fyri at taka hædd fyri fløktu botn- og streymviðurskiftini á landgrunninum. Fyri at gera hetta er neyðugt at kenna alduna, sum kemur uttan av havinum, og tað er í hesum sambandinum at tað er kanna hvussu álítandi aldumetingarnar frá ECMWF eru.

Í samanberingunum er hugt eftir fýra tíðarskeiðum, hvørt ein mánað til longdar, ið hava hægstu mátaðu alduhæddia á Munkagrunninum í tíðarskeiðinum 1999-2004. Tvey eru í summarmánaðunum og tvey eru um veturin. Í miðal er myndlaða alduhæddin eitt vet betur mett í summartíðarskeiðunum enn í vetrartíðarskeiðunum, og alduhæddin er eitt sindur undirmett, tá harðast leikar á. Harumframt eru minni munir, ið greitt verður nærri frá í greinini.

Partur av Ph.D.-verkætlan
Greinin, sum Bárður A. Niclasen og Knud Simonsen hava skrivað, hevur heiti Validation of the ECMWF analysis wave data for the area around the Faroe Islands. Hetta arbeiði er partur av Ph.D.-verkætlanini hjá Bárði A. Niclasen, ið vardi Ph.D.-heiti í apríl mánaða 2007. Henda verkætlanin var fíggjað av einum samtaki av oljufeløgum við Statoil á odda, og heldur hetta arbeiði nú fram í verkætlan fíggja av Granskingarráðnum og Fiskivinnuroyndum, sum hevur til endamáls at menna eina sjóstøðu ávaringarskipan fyri føroyska landgrunnin.