Almenn framløga av bachelorritgerð
21.09.2015
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Almenn framløga av bachelorritgerð

Komandi mikudag, 23. september 2015, kl. 14.00 verður almenn framløga av bachelorritgerð á Sjúkrarøktarfrøðideildini.


Heitið á ritgerðini er Avvarðandi í psykiatriini og eru tað tey fýra: Elsa B. Jógvansdóttir, Eyðgunn J. Dam, Kristian H. Dalsá og Lív við Ravnagil frá 2011 holdinum, sum hava skrivað og leggja fram.

Framløgan tekur støði í ritgerðini, har lesandi í stuttum miðlar:

  • Spurdóm, spurdómsorðing
  • Háttalag
  • Ástøði
  • Úrslit av greining og kjak
  • Perspektivering

Aftaná framløguna kl. 14.30 – 16.00 fer Súsanna Mortensen, útbúgvingarleiðari, at halda røðu og prógv og nálir verða handaðar. Aftaná verður borðreitt við onkrum leskandi.

Samandráttur av ritgerðini
Ritgerðin snýr seg um, hvørjar upplivingar avvarðandi hava av álvarsamari sálarsjúku, og hvørji atlit skulu takast at teimum í sjúkrarøktini.
 
Endamálið við ritgerðini er at kanna, hvørjar upplivingar avvarðandi hava av álvarsamari sálarsjúku, og síðan greina upplivingarnar hjá avvarðandi. Vit meta, at úrslitið kann vera við til at varpa ljós á, hvussu tað er at vera avvarðandi hjá einum sálarliga sjúkum, og hvørjar ábøtur mugu til í samstarvinum við avvarðandi.

Til ritgerðina hava vit valt eina hermeneutiska tilgongd og nýta eitt systematiskt litteraturreview sum háttalag, og til greiningina brúka vit hermeneutiska analysu. Tey temu vit komu fram til eru:

  • Uppliving av stigma hjá avvarðandi
  • Uppliving av tyngjandi kenslum
  • Týdningurin av samstarvi
  • Uppliving av ábyrgd
  • Avvarðandi meistra støðuna ymiskt


Hesi temu eru greinað við ástøðinum hjá Erving Goffman, Joyce Travelbee, Aron Antonovsky og Katie Eriksson.

Úrslitið av greiningini vísir, at heilsustarvsfólk muga geva/vísa avvarðandi meir ans og bevíst arbeiða eftir at fáa eina góða relatión til avvarðandi, og harvið gerast varug við, hvørji atlit skula takast til tey.