Almenn framløga av bachelorritgerðum á Sjúkrarøktarfrøðideildini
03.07.2014
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Almenn framløga av bachelorritgerðum á Sjúkrarøktarfrøðideildini

Sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin er ein 4 ára long útbúgving, ið er býtt sundur í 16 eindir.


Í 16. eind skriva lesandi bachelorritgerð og hon var latin inn 10. juni.

Vanligt hevur verið, at munnlig prógvhoyring fer fram aftan á tað, men fyri tíð síðani var avrátt at gera eina roynd at hava almenna framløgu í staðin. Endamálið er at miðla vitanina, sum er fingin til vega við kanningunum, ið eru grundarlag undir skrivliga arbeiðinum.

Heitini á ritgerðunum eru:

  • Sjúkrarøktarfrøðingar á røktarheimum
  • Likam og sál – hond í hond
  • Trupla samrøðan – ein ritgerð um samskifti um seksualitet í sjúkrarøktini
  • Tagnarskylda í samband við stovugongd
  • “.. men ein sær allan persónin..”
  • Sjúkrarøktarfakliga sjónarmiðið: - í mun til palliativa røkt til KOL sjúklingar


Framløgurnar eru almennar og nakað av fólki, umboðandi lesandi, starvsfólk og avvarðandi, var til framløgurnar. Ætlandi verður sami leistur brúkur komandi ár.