Almenn framløga av bachelorritgerðum - ískoytisútbúgvingin (1)
14.03.2015
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Almenn framløga av bachelorritgerðum - ískoytisútbúgvingin

Týsdagin 17. mars kl 9 – 12 verður almennur framløgudagur av bachelorritgerðunum hjá 18 lesandi, sum hava staðið ískoytisútbúgvingina.


Evnini á ritgerðunum, sett í ta raðfylgju, sum tær verða lagdar fram

  • Kl 9:00 – 9:30 Privacy
  • Kl.9:40 – 10:10 Hvussu uppliva avvarðandi at vera samstarvspartur í røkt og viðgerð á Psykiatriska deplinum, og hvat hevur týdning fyri tey, fyri at kunna hava ein virknan leiklut, so tann, tey varða av, kann koma fyri seg?
  • 10:40 – 11:10 Tá hjartað sigur stopp – Hjartastartari á røktarheimum
  • 11:20 – 11:50 Mobilisering eftir ein mjadnafraktur


Samandráttur av ritgerðunum síggjast á hesum leinki


Aftan á framløgurnar er prógvhandan. Hesin partur av skránni er fyri bachelorarnar og avvarðandi.

Sjúkrarøktarfrøðingar og umsøkjarar við aðari heilsufakligari útbúgving, útbúnir eftir eldri kunngerðum, hava síðani 2009 kunna tikið ískoytisútbúgving til bachelor.

Áhugin fyri hesari útbúgving hevur verið ógvuliga stórur. Fyrsta árið var talið av umsøkjarum 100, og talið hevur framhaldandi verið rættiliga høgt. Roknað var við, at tørvurin var um at verða nøktaður. Talið av teimum, sum eru liðug við útbúgvingina, er nú 104. Tí hevur ætlanin verið, at útbugvingarmøguleikin steðgar í næstum, og tað merkir, at lesandi bert verða tikin inn einaferð afturat. Síðani hetta var kunnað í fjør, hava fleiri heilsustarvsfólk vent sær til Sjúkrarøktarfrøðideildina við ynski um at taka útbúgviningina. Eisini hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gjørt eina kanning fyri at kanna tørvin, har 40 sjúkrarøktarfrøðingar siga seg hava ætlan um at taka ískoytisútbúgvingina.

Í verandi løtu er óvist, nær tikið verður inn til ískoytisútbúgvingina aftur.

Í framtíðini fer Sjúkrarøktarfrøðideildin at bjóða út fyrireikingarskeið á bachelorstigi til tey, sum ynskja at verða tikin inn at lesa á masterskeiðunum. Eisini er ætlanin at halda fram við at bjóða út faklig skeið og at skipa fyri evnisdøgum fyri sjúkrarøktarfrøðingar og onnur við heilsufakligari útbúgving bæði á bachelor og á masterstigi.