Almenn móttøka fyri Turið Sigurðardóttir, professara
28.02.2017
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Almenn móttøka fyri Turið Sigurðardóttir, professara

Fríggjadagin 3. mars kl. 15.00 verður almenn móttøka í høllini á Námsvísindadeildini í sambandi við, at Turið Sigurðardóttir, professari, fer úr starvi á Føroyamálsdeildini.


Turið Sigurðardóttir hevur í mong ár starvast á Føroyamálsdeildini og í fleiri umførum verið deildarleiðari. Nú hon fer úr starvi, verður bjóðað til almenna móttøku í høllini á Námsvísindadeildini.

Turið hevur saman við øðrum ment útbúgvingina í føroyskum máli og bókmentum, hevur skipað fyri altjóða skeiðum, granskað, skrivað bøkur og mongd av bæði vísindaligum og fólksligum greinum. Harumframt hevur hon týtt bøkur til føroyskt, havt sæti í nevndum og luttikið í almennum kjaki, og hon er enn sera sjónlig bæði sum viðmerkjari í sosialu miðlunum og sum ummælari og bókaútgevari á forlagnum Ungu Føroyum. Í 2015 gav hon út bókina Føroyskar barnabókmentir, og seinnu árini hava hon og Malan Marnersdóttir arbeitt við stóru verkætlanini Føroysk Bókmentasøga. Fyrsta bind kom út í 2011.

Tey flestu av teimum, sum í dag undirvísa ella granska í føroyskum bókmentum, hava havt okkurt slag av sambandi við Turið, og tað sama hava mong av teimum, sum arbeiða við føroyskum og norðurlendskum bókmentum í øðrum londum.

Skrá fyri móttøkuna

Dekanurin á Føroyamálsdeildini bjóðar vælkomin
Rektarin heldur røðu
Tvær stuttar (10-15 min.) bókmentaligar framløgur:
  Malan Marnersdóttir, professari: “Soknu londini hjá WH og JHO
  Bergur Djurhuus Hansen, lektari : “Bókmentasøgur – millum fagurfrøði og politikk”
Jóanes Nielsen lesur upp yrkingar
Útbúgvingarleiðarin á Føroyamálsdeildini handar gávu
Skrá endar
Móttøka – ábit, prát og heilsanir