Lestrarstarv hjá MFS
Brynhild Thomsen
21.02.2022
Setrið Til lesandi Lestrarskrivstovan
Skriva út

Almenn móttøka í Kongshøll hósdagin

Nú Meginfelag Føroyskra Studenta hevur fingið fullan limaskap í European Students´ Union verður hátíðarhald fyri lesandi og øðrum við áhuga í Kongshøll seinnapartin hósdagin

24. februar klokkan 15:30 bjóðar MFS øllum, sum hava áhuga, til móttøku í Kongshøll á Vestaru bryggju í sambandi við, at felagið vil hátíðarhalda fulla limaskapin, sum MFS hevur fingið í ESU.

- Vit vilja fegin takka øllum teimum, sum vóru partur av tilfgongd okkara at fáa limaskap í European Students´ Union og sjálvandi eisini hátíðarhalda hetta stóra framstigið fyri føroyskan útbúgvingarpolitikk - og fyri føroysk lesandi, ikki minst!, skrivar MFS í innbjóðingini.

Á skránni verða tvær stuttar framløgur um, hvønn týdning limaskapurin hjá MFS í ESU kann fáa fyri føroyska útbúgvingarpolitikkin, annað frá MFS, hitt frá Chik Collins, rektara á Fróðskaparsetri Føroya.

Eisini verður okkurt gott til góman, og øll lesandi og onnur eru hjartaliga vælkomin, skrivar MFS.