Turið Sigurðardóttir
22.04.2012
Føroyamálsdeildin Fróðskapur
Skriva út

Almenn móttøka og bókarframløga 27. apríl kl. 15.00

Savnið "Eivindaródn" verður lagt fram.


Fríggjadagin 27. apríl kl. 15 verður fagnaðarløta í Læraraskúlahøllini, Fróðskaparsetri Føroya, fyri Eivindi Weyhe, lektara á Føroyamálsdeildini, ið verður 70 ár flaggdagin.

Røður og tónleikur verða á skránni, og bókin Eivindaródn við o.u. 40 greinum eftir Eivind verður løgd fram. Bókin verður til sølu, og tey ið hava goldið frammanundan, fáa hana við sær.