12.02.2016
Setursskrivstovan
Skriva út

Almenn samkoma í Lestrarskrivstovuni

INNBJÓÐING: Í sambandi við at øll starvsfólk á Lestrarskrivstovuni eru komin upp á pláss, verður almenn samkoma í Lestrarskrivstovuni, J.C. Svabos gøta 7, mánadagin 15. februar 2016, kl. 15.00.


Øll starvsfólkini eru nú komin uppá pláss í Lestrarskrivstovuni í J.C. Svabos gøtu 7 (har sum KT-deildin áður helt til), soleiðis at Lestrarskrivstovan nú av álvara kann seta hol á tað virksemið, sum ætlanin er, at lestrarskrivstovan skal røkja.

Tískil kunnu vit nú kunngera, at lestrarskrivstovan er alment opin fyri øllum. Í hesum sambandi bjóða vit til:

Almenna samkomu 
mánadagin 15. februar kl. 15.00
í J.C. Svabos gøtu 7

Øll starvsfólk, lesandi og onnur knýtt at starvsfólkunum í Lestrarskrivstovuni - ella knýtt at Setrinum so ella so - eru vælkomin at koma at heilsa upp á starvsfólkini í Lestrarskrivstovuni.

Ábit og undirhald verða á skránni, umframt at Sigurð í Jákupsstovu, rektari, og Elin Brimheim Heinesen, lestrarskrivstovuleiðari, fara at siga nøkur orð.

Hvat ger Lestrarskrivstovan?
Lestrarskrivstovan hevur í høvuðsheitum ábyrgdina:

  • av samskipan av lestrarvegleiðing á Setrinum
  • av Altjóða Skrivstovuni, ið vegleiðir um lestur/skiftislestur og stuðulsmøguleikar heima og uttanlands
  • av fyristingarligum uppgávum, sum hava beinleiðis við lesandi at gera, so sum umsóknir, upptøku og innskriving av lesandi, innleiðslu, prógvhandan o.a.
  • av heimasíðuni Setur.fo
  • av kunning til lesandi og almenning um útbúgvingar á Setrinum
  • av lýsingum og marknaðarføring yvirhøvur av útbúgvingum og gransking á Setrinum
  • o.a.

Hetta verða almennu upplatingartíðirnar hjá Lestrarskrivstovuni framyvir:

Mánadag 
kl. 10.00 – 12.00 og kl. 13.00 – 15.00

Týsdag 
kl. 10.00 – 12.00 og kl. 13.00 – 15.00

Mikudag 
(einans Altjóða Skrivstovan) kl. 10.00-12.00 og frá 13.00-18.00

Hósdag 
kl. 10.00 – 12.00 og kl. 13.00 – 15.00

Fríggjadag 
kl. 10.00 – 12.00 og kl. 13.00 – 14.00

Hjartaliga vælkomin til samkomuna í Lestrarskrivstovuni mánadagin 15. februar kl. 15.00!

Vegna starvsfólkini á lestrarskrivstovuni:
Rannvá Dávadóttir, skrivari
Holger Arnbjerg, leiðari av altjóða skrivstovuni
Ólavur Waag Høgnesen, samskiftis- og kunningarfólk
Bárður Rasmussen, vegleiðari og
Guðrið Poulsen, studentavegleiðari

Blíðar heilsur
Elin Brimheim Heinesen, lestrarskrivstovuleiðari