Skriva út
Almennar danskar meginreglur ávirka rættarstøðuna í Føroyum
Greinin “Dansk rets udfyldende karakter på Færøerne” eftir Kára á Rógvi og Bárð Larsen varð kunngjørd í Ugeskrift for Retsvæsen, litterær afdeling, nr. 4, januar 2013
Greini er atkomilig fyri haldarar á UfR Online frá 23. januar 2013 á www.karnovgroup.dk.
Greinin er stytt úgáva av heiðursriti, sum høvundarnir skrivaðu í sambandi við, at ríkisins hægstirættur fyri fyrstu ferð varð settur í Føroyum á heysti 2012.
Í greinini gjøgnumganga høvundarnir eina røð av úrskurðum og vísa á, hvussu almennar danskar meginreglur ávirka rættarstøðuna í Føroyum, eisini í sermálum. Høvundarnir vísa m.a. á, at hvussu týðandi er, at dómstólar eru rættarskapandi í landi sum Føroyum, har sokallaði lóggevarin er minni aktivur enn í so mongum øðrum londum.
- 16.08.2024 FróðskapurSeinastu tvær greinarnar frá Eivindi Weyhe sálaTvær stuttar greinar um staðarnøvn eftir Eivind Weyhe sál...
- 24.07.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiDiabetes2: Evstamark at melda til kanningina er 31. juliFróðskaparsetur Føroya og Steno Miðstøðin í Sjúkrahúsverk...
- 23.07.2024 Setrið FøroyamálsdeildinMinningarorð um Eivind WeyheViðhvørt virkar tað sum um, at ringitónin á telefonini lj...