Almennar framløgur um sjúkrarøkt
Tey, sum verða útbúgvin sum bachelor í sjúkrarøktarfrøði í ár, leggja sínar verkætlanir alment fram á Landssjúkrahúsinum í morgin
Framløga av bachelorritgerðum verður 21. juni 2017 í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum frá kl.11–13
Høvi verður at síggja postarar, har bachelorarnir lýsa tær verkætlanir, sum teir hava gjørt á Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetrinum í vár, og at práta við teir um verkætlanirnar.
Nýggju bachelorarnir eru fyri ein part lesandi, sum hava tikið sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina eftir gomlu skipanini, og sum nú hava tikið ískoytisútbúgving (eitt ár), ið gevur teimum bachelorheitið. Og so eru tað tey lesandi, ið hava lisið fýra ár út í eitt eftir nýggju skipanini.
Verkætlanarevni eru:
Ískoytisútbúgvingin
1. Regluligt samband – fyribyrgir sjálvmorði
2. Møti við eldri avvarðandi í sorg
3. Venøs beinsár – ein avbjóðing fyri sjúkrarøktarfrøðingar
4. Sjúkrarøkt til doyggjandi børn
5. Hondreinføri á røktarheimum
6. Umsorgan til avvarðandi, sum eru um palliativan sjúkling
Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing
1. Røkt til børn hjá foreldrum við sálarsjúku - sjúkrarøktarfrøðiligt sjónarhorn
2. Sjúkrarøkt til avvarðandi á intensivu deild
3. Sjúklingar við kroniskari pínu, í møtinum við sjúkrarøktarfrøðingar
4. Andalig umsorgan til palliativar sjúklingar
5. Seksualitetur sum samrøðuevnið í sjúkrarøktini - sjúkrarøktarfrøðiligt perspektiv
6. Týdningurin at møta sjúklingum við apopleksi í tí støðu, sum teir eru í
7. Aftaná prostatakrabba – herdur ella skerdur
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...