2012-Setur.fo_Bygningar-064.jpg
18.10.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Almennir fyrilestrar um ferðavinnu

Hósdagin 21. oktober verða almennir fyrilestrar á Søgu- og samfelagsdeildini um endurskapandi ferðavinnu

Fróðskaparsetur Føroyar bjóðar saman við Visit Faroe Islands til áhugaverdar fyrilestrar um endurskapandi ("regenerativa") ferðavinnu í hølunum á veghæddini á Søgu- og Samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 hósdagin 21. oktober frá klokkan 09.30-11.00.

Framløgur:

• Anna Pollock, granskari, fyrilestrarhaldari og strategiskur ráðgevi í ’regenerativari’ ferðavinnu hevur yvirskipaða framløgu um, hvussu vit kunnu tryggja, at ferðavinnan er ‘regenerative’, tvs. góð fyri fólk, bæði tey, sum búgva í ferðamálinum, fyri tey ferðandi, náttúruna, vinnuna, osfr.

• Dennis Holm, námslektari á Søgu- og samfelagsdeildini, heldur framløgu við heitinum: "From fisheries economy to the experience economy - the case of Vágur, Faroe Islands".

• Zita Cobb, stjóri í Shorefast á oynni Fogo í Nýfundlandi, arbeiðir við búskaparliga og mentanarliga burðadyggum loysnum fyri Fogo. Hon greiðir meiri ítøkiliga frá, hvussu tey hava skipað seg á oynni, sum fyrr var eitt lítið fiskivinnusamfelag.

At enda verður høvi at tosa meiri ítøkiliga við fyrilestrarhaldararnar og at seta spurningar.

Øll eru vælkomin.