Almennur fundur um framtíð Fróðskaparsetursins í Norðurlandahúsinum 21. mai kl. 19
Í samband við at 50 ár eru liðin, síðani Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn, verður skipað fyri almennum fundi við pallborði í Norðurlandahúsinum 21. mai kl. 19 – 21, har ljós verður varpað á framtíðarútlit hjá stovninum, og hvørjar avbjóðingar og menningarmøguleikar stovnurin hevur.
Vit taka støði í seinastu fundarfrásøgn frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya frá 9. mars 2015:
“Samsvarandi politiska viljanum hevur Fróðskaparsetrið seinnu árini miðvíst arbeitt við at bjóða út fleiri nýggjar útbúgvingar. Viðhvørt kann ein fáa ta fatan, at politiska skipanin nærum einans hugsar um studentatalið, meðan sami ansur ikki verður vístur granskingini. Tískil kundi tað verið tørvur á einum almennum orðaskifti/kjaki um leiklutin hjá Fróðskaparsetrinum í samfelagnum. Somuleiðis eiga leiðsla og stýrið alsamt at minna myndugleikarnar á, at tað ikki ber til at hugsa studentatalið leyst av granskingini, tí frálæran er grundað á gransking.”
Á fundinum verða framløgur frá Mentamálaráðnum, sum varðar av Fróðskaparsetri Føroya, og sum fyri stuttum stílaði fyri eini eftirmeting av Setrinum, sum varð gjørd av royndum vísindafólkum frá universitetum í Danmark, Sveis og Íslandi. Eftirmetingin skuldi nýtast at miðja seg eftir í arbeiðinum at leggja leistin fyri framtíðarmenning av stovninum og virkisøki hansara í lítla samfelagnum, sum hann virkar í. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, fer at greiða frá niðurstøðuni í eftirmetingini og hvørjar ætlanir Mentamálaráðið hevur fyri virksemi Fróðskaparsetursins í framtíðini.
Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Sigurð í Jákupsstovu, hevur havt uppgávuna at leiða stovnin ígjøgnum eina broytingartíð, tá ið talið á lesandi og vísindafólki er vaksið munandi, serliga tí at Føroya Læraraskúli og Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya eru innlimað í Fróðskaparsetur Føroya.
Í februar 2013 varð skipað fyri almennum fundi um, hvussu universitet kunnu gerast eitt vakstraramboð í einum útjaðarasamfelagi. Á tí fundinum vórðu tvær ymiskar strategiir fyri universitetsvirksemi lagdar fram. Onnur snúði seg um at draga at sær ung frá ikki bara nærumhvørvinum, men eisini frá øllum heiminum og satsa stórt upp á at byggja kampus og rúm, og hin snúði seg um at menna ung og ung vaksin í økinum rundan um lærustovnin meira við virtuellum amboðum.
Fróðskaparsetur Føroya – hvønn veg fer tað? Kunnu vit fáa nøkur góð ráð við at hyggja eftir, hvussu ein pinkulærustovnur í ES-landinum Belgia hevur fótað sær í harðari kapping við munandi størri og sterkari universitet, sum liggja rundanum? Umboð fyri Haute Ecole Robert Schuman í Belgia fer at tosa um, hvussu tað hevur eydnast teimum at yvirliva sum eitt lítið universitet.
Gestur Hovgaard, lektari í samfelagsvísindum og stýrislimur, fer at bera fram hugsanir um, hvønn leiklut Fróðskaparsetrið hevur í framtíðarsamfelagnum, og hvussu vit eiga at menna Setrið og hvørjar framtíðarvisiónir Setrið eigur at hava.
Skrá fyri almenna fundin við framløgum og pallborðskjaki, sum verður í Norðurlandahúsinum 21. mai kl. 19 – 21:
- 19:00 Fundurin verður settur
Orðstýrari er Beinta Løwe Jacobsen, tíðindakvinna og samfelagsfrøðingur - 19:10 Fróðskaparsetur Føroya – á 50 ára vegamóti.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður - 19:30 Fróðskaparsetur Føroya – við fullari ferð inn í framtíðina.
Sigurð í Jákupsstovu, rektari - 19:50 At vera David ímóti Goliat á lærustovnaøkinum - Hvussu yvirliva sum dvørgur í einum skógi av kempum
Philip Paret, lektari á Haute Ecole Robert Schuman í Belgia - 20:10 Hvussu fóta vit okkum best sum vísindastovnur – úr sjónarhorninum hjá virkandi vísindafólki og stýrislimi hjá Fróðskaparsetri Føroya.
Gestur Hovgaard, lektari í samfelagsvísindum og stýrislimur
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...