Skriva út
Almennur fyrilestur á Fróðskaparsetrinum um japonsk oyggjamál, mentan og søgu
5. september kl. 14 heldur Masashi Sakihara, ph.d.-lesandi í ryukya-málvísindum almennan fyrilestur á Føroyamálsdeildini.
Mánadagin 5. september kl. 14.00 heldur Masashi Sakihara, ph.d.-lesandi í ryukya málvísindum á universitetinum í Ryuku-oyggjum, Japan, almennan fyrilestur í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbs gøtu 16.
Fyrilesturin er á enskum og hevur heitið
Ryukyuan/Okinawan history, language and culture
Ryukyu-oyggjar eru syðst í Japan. Okinawa er tann størsti oyggjaflokkurin í Ryukyu-oyggjum. Málini í hesum oyggjum gera saman við japonskum ta japonsku málættina.
Øll eru væl komin.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...