Screenshot 2022-03-15 at 12-51-51 Business big and small (interview to TASS) • President of Russia.png
Ukraina hevur kært Russland fyri altjóða dómstólin í Haag (Foto: Kremlin.ru/Tass)
15.03.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Almennur fyrilestur: Putin og altjóða dómstólurin í Haag

Hósdagin 17. mars klokkan 14 fer Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetrinum, at hava almennan fyrilestur um rættarmálið í altjóða dómstólinum í Haag millum Ukraina og Russland

Fyrilesturin um aktuella rættarmálið í Haag verður á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn, og øll eru vælkomin at lurta.

Málið byrjaði við kæru, sum Ukraina læt dómstólinum leygardagin 26. februar.

Ukraina stevndi sostatt Russland fyri altjóða dómstólin í Haag bara fimm dagar eftir, at russiski herurin flutti seg inn í Eysturukraina og einans tveir dagar eftir, at russiski herurin gjørdi fulla innrás í landið.

Við kæruni vil Ukraina hava dómstólin til at áleggja Russlandi at steðga innrás síni. Tó, so eru mangir óroyndir spurningar í hesum málinum.

Bjørn Kunoy fer at greiða frá grundleggjandi tættum í slíkum málum og síðani at gera eina meting av styrkjum og veikleikum í ukrainsku kæruni, umframt viðgera, hvørja støðu Russland kann væntast at hava til málið.

Ukraina hevur eisini heitt á dómstólin um at gera ein úrskurð við fyribilstiltøkum, har m.a. biðið verður um, at dómstólurin skal áleggja Russlandi alt fyri eitt at steðga við álopunum, meðan bíðað verður eftir endaliga úrskurðinum.

Fyrsti rættarfundurin var mánadagin í farnu viku, og úrskurður í tí málinum kemur mikudagin 16. mars, skrivar dómstólurin her.

Myndin er frá almennu hoyringini, sum var í altjóða dómstólinum í Haag mánadagin 7. mars í sambandi við kæruna hjá Ukraina - mynd: icj-cij.org