Skriva út
Almennur fyrilestur um Russland, Ukrainia og Arktis
Hvønn týdning hevur kreppan millum Russland og Ukrainia fyri Arktis? Hetta er evni, sum fyrrverandi bretski ambassadørurin, Alyson J K Bailes, fer at viðgera á almennum fyrilestri á Fróðskaparsetur Føroya.
Týsdagin tann 5. mai kl. 15.00 verður almennur fyrilestur við Alyson Bailes um Russland og Arktis. Fyrilesturin, sum verður á enskum, hevur heitið “The impact of the Russia/Ukraine crisis in the Arctic”.
Alyson Bailes er fyrverandi bretskur ambassadørur, og nú atknýttur professari á Háskúla Íslands, College of Europe í Brugges, og heiðurlimur í Sommerville College á Oxford University. Harumframt er hon fellow í Chatham House, The Royal Institute of International Affairs í Onglandi. Alyson hevur áður vitja á Søgu- og samfelagsdeildini, sum gestalærari í Altjóða politikki.
Nær: Týsdagin tann 5. mai, kl 15:00
Stað: Jónas Broncks gøta 25, veghæddin.
Um Alyson J K Bailes, sí:
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...