Hans Andrias Sølvará.jpg
Hans Andrias Sølvará, professari í søgu, er dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini (Foto: Finnur Justinussen)
15.03.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Almennur fyrilestur um søguskriving

24. mars kl. 16 heldur Hans Andrias Sølvará, professari, almennan fyrilestur á Landsbókasavninum um søguskriving

Landsbókasavnið hevur saman við øðrum á Fróðskaparsetri Føroya gjørt av at varpa ljós á føroyska gransking.

- Vit meta, at tað er umráðandi, at granskingin verður miðlað og borin út í føroyska samfelagið, tí ivaleyst hevur almenningurin stóran áhuga í granskingini, siga stovnarnir.

Miðlingin verður gjørd við granskingargrundaðum fyrilestrum hjá vísindafólkum, ið starvast á Setrinum og øðrum granskingarstovnum.

Fyrsti fyrilestrahaldari var Elisabeth Holm, ph.d. á Setrinum, og nú verður tað Hans Andrias Sølvará, professari og dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, sum fer at halda fyrilestur um søguskriving við støði í bók síni, "Royndin - ein kjakbók um søgu og søguskriving".

Fyrilesturin verður hildin á føroyskum máli og er almennur.

Ætlandi verða sjey fyrilestrar tilsamans.

Teir verða hildnir seinasta mikudag í mánaðinum til og við mai, og síðani aftur í september, oktober og november.