Almennur fyrilestur við Godfrey Baldacchino
Mikudagin 27. september, frá kl. 13.30 til 15.00, verður almennur fyrilestur á Søgu- & Samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøtu 25, veghæddin. Heitið á fyrilestrinum er ”OPTIONS FOR THE 21ST CENTURY”.
Tað er professari í sosiologi, Godfrey Baldacchino, sum er pro-rektari og nevndarformaður á ‘Centre for Labour Studies’ á universitetinum í Malta, sum heldur fyrilesturin.
Í fýra áratíggir eftir 1944 valdu fleiri oyggjasamfeløg at arbeiða fyri fullum sjálvstýri, hetta í eini bylgju av nationalismu, dekolonialisering og statsbygging. Eftir at Brunei gjørdist sjálvstøðugt í 1984 er hendan rørslan tó nærum steðga. Fleiri oyggjasamfeløg bera seg nú undan ella beinleiðis avvísa at verða sjálvstøðug, eisini tá tey fáa hetta boðið. Hví man so vera? Hvat er tað lokkandi við, í 21 øld at vera tað sum á enskum verður rópt ein ”subnational island jurisdiction (SNIJ)”. Og hvat virðisgrundarlag og hvørji støði byggja hesi samfeløg so teirra sjálvræði á? Framløgan hjá Baldacchino, sum verður hildin á enskum, tekur støði í einum globalum perspektivi, men fer eisini at rúma reflektiónum um Føroyar sum eitt av hesum SNIJ samfeløgum.
Baldacchino er eisini knýttur at Prince Edward Island universitetinum í Kanada. Hann var fyrsti ritstjórin á “Island Studies Journal”. Baldacchino hevur ritstjórnað 22 bøkur og frágreiðingar og skrivað fleiri enn 120 vísindaligar greinir og kapitlar. Hann hevur serliga granskað innan “island / small state studies”, politiska geografi, oyggja-ferðavinnu, tilflyting, og altjóða viðurskifti. Hann er komin til Føroyar fyri at undirvísa á masterlæruni á Søgu- og samfelagsdeildini.
Øll eru vælkomin
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...