16.11.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Almennur fyrilestur við Jógvan D. Hansen

Fyrilestur við heitinum "Vesturlendska heimsmyndin í hugmyndasøguligum ljósi" á Føroyamálsdeildini.


Jógvan D. Hansen heldur fyrilestur við heitinum:

"Vesturlendska heimsmyndin í hugmyndasøguligum ljósi"

Fyrilesturin fer at snúgva seg um, hvussu hugmyndin av alheiminum og okkara støðu í honum hevur ment seg til í dag. Nortið verður eisini við, hvønn týdning broyttar heimsmyndir hava á okkara sjálvsfatan.

Fyrilesturin verður hildin mánakvøldið 19. november kl. 19.30 í Loftsstovu á Føroyamálsdeildini, V.U. Hammershaimbs gøtu 16.