Almennur masterfyrilestur í Politikki og umsiting
04.05.2015
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Almennur masterfyrilestur í Politikki og umsiting

Hvussu víðfevnd er frávera av atkvøðum í løgtinginum, og hví frávelja tinglimir at greiða sína atkvøðu?


Hetta er spurningurin sum Ragnar Árnason Joensen fer at viðgera á almennum masterfyrilestri í dag, mánadagin tann 4. mai, kl. 15:00, á Fróðskaparsetrinum.

Heitið á masterfyrilestrinum er: “At atkvøða ella ikki atkvøða? - Ein analysa av, hví løgtinglimir av og á ikki greiða atkvøðu.”

Fyrilesturin er almennur og øll eru vælkomin.

Nær: Mánadagin tann 4. mai, klokkan 15:00
Stað: Jónas Broncks gøta 25, veghæddin