Almennur pallborðsfundur um fólkaflyting og fólkavøkstur
Týskvøldið 9.apríl kl. 19 verður skipað fyri almennum pallborðsfundi um fólkaflyting og fólkavøkstur í Norðurlandahúsinum.
Føroyar hava eina stóra avbjóðing við minkandi fólkatali og vantandi tilflyting. Í heyst setti landsstýrið ein arbeiðsbólk at gera eina heildarætlan fyri, hvussu vit steðga fólkafráflyting og skapa fólkavøkstur.
Í samband við, at heildarætlanin er liðug og er handað landsstýrinum verður skipað fyri almennum pallborðsfundi um fólkavøkstur í Norðurlandahúsinum týskvøldið 9. apríl kl. 19-21.
Á tiltakinum fer arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt heildarætlanina at hava framløgu og Annleyg Lamhauge fer at greiða frá kanningini, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt av trivnaðinum millum føroyingar.
Í pallborðinum sita formenninir í politisku flokkunum, og áhoyrararnir fáa høvi at seta spurningar.
Evnini pallborðið fer at kjakast um eru m.a.:
- Hvussu fáa vit fleiri at taka útbúgving í Føroyum?
- Hvat kann gerast fyri at betra um lívskorini í Føroyum?
- Hvussu styrkja vit tilknýtið til okkara útisetar?
- Og hvat ætlar politiska skipanin at gera fyri at venda gongdini?
Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...