Alment skeið í landgrunsrætti
18.12.2014
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Alment skeið í landgrunsrætti

Fróðskaparsetur Føroya bjóðar aftur alment skeið í landgrunsrætti. Fróðskaparsetrið hevur spent boðan hart, og strembar eftir at bjóða fremsta skeið í heiminum í hesum faki.


Talan er um framhald av sama skeiði, ið varð hildið á Fróðskaparsetri Føroya í juni 2014. Skeiðið verður hildið í døgunum 20. – 27. juni 2015.
 
Tað hevur eydnast at fingið millum fremstu serfrøðingar í heiminum at koma til Føroya at undirvísa á Setrinum. Millum hesar teljast Joan Donoghue, ið er dómari í altjóða dómstólinum í Haag, og Alain Pellet, professari í altjóða lóg í Université Paris Ouest Nanterre, ið m.a. hevur verið leiðandi advokatur í flest øllum millumtjóða trætumálum seinastu 30 árini. Harumframt verða tríggir limir í landgrunsnevnd Sameindu Tjóða, harímillum føroyingurin Martin V. Heinesen.
 
Skeiðið verður á enskum og nevnist Summer Academy on the Continental Shelf. Eydnast próvtøkan, verður skeiðið lønt við 5 ECTS stigum.
 
Skeiðið í juni 2014 savnaði saman 25 lesandi úr 21 ymiskum londum.
 
Í 2015 verður pláss fyri um 30 lesandi. Eisini hava lesandi á Setrinum atgongd eftir nærri ásettum treytum. Onnur enn lesandi á Setrinum mugu søkja áðrenn 1. mars 2015.

Fyri at vita meira sjá leinkið her.

Føroyingurin, ið fær hægsta støðumet fyri royndina og luttøkuna annars, fær, í samstarvi við Korean Maritime Institute, fría luttøku, ferðakostnað íroknað, í Yeosu Academy on the Law of the Sea, ið verður hildin í Suður-Korea í oktober 2015.