Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk
Nú er stundin aftur komin til árligu handanina av gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum til ungt listafólk, sum hevur víst serligt hegni
Í tí sambandi bjóðar Fróðskaparsetur Føroya, Listafólkasamband Føroya og Føroya Lærarafelag almenninginum til hátíðarhald í Nýggjustovu í Hoydølum 8. februar klokkan 19:30.
Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er sambært grein tvey í viðtøkunum at stuðla og eggja ungum fólki við listaligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunnsins er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum sambært testamentinum hjá honum. Ein trýmannanevnd mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, formanninum í Føroya Lærarafelagi og formanninum í Listafólkasambandi Føroya stjórnar grunninum. Rektarin á Fróðskaparsetrinum er nevndarformaður, og í løtuni røkir Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, sessin fyri rektaran.
Í løtuni er nevndin henda: Bergur D. Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya, Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelagi og Marita Dalsgaard, forkvinna í LISA.
Latið verður úr grunninum 8. februar, á føðingardegi Thorvalds. Nevndin ger sjálv av, hvør skal fáa stuðul úr grunninum, og tað verður ikki latið eftir umsókn. Fyrstu ferð stuðul varð latin, var í 2001.
Øll eru hjartaliga vælkomin til hátíðarhaldið.
Tey, ið higartil hava fingið gávugóðsið, eru:
2017: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2016: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2015: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2014: Heiðrun Petersen, fiólleikari, 50.000 kr.
2013: Bárður Reinert Poulsen, tónleikari og Janus á Húsagarði, teknari og rithøvundur 25.000 kr. í part.
2012: Anton Petersen, filmsleikstjóri, 60.000 kr
2011: Dáva Juul Magnussen, tónlistamað, 60.000 kr
2010: Herborg Silja Strøm, listarkvinnu, 60.000 kr
2009: Kjartan Hansen, fólkatónleikari og nemur sær útbúgving innan sjónleik, 60.000 kr
2008: Marianna Mørkøre, listarkvinna, 60.000 kr
2007: Sámal Blak, myndahøggari og málari, 60.000 kr
2006: Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi, 60.000 kr
2005: Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur, 60.000 kr
2004: Marjun Kjelnæs, rithøvundur, Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevi og teknari og Eivør Pálsdóttir, songkvinna, 25.000 kr. í part.
2003: Tróndur Bogason, tónasmiður, 60.000 kr
2002: Andrass Olsen, tónleikari, 60.000 kr, Teitur Árnason, filmsleikstjóri, 25.000 kr og Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundi, 25.000 kr
2001: Rannvá Konoy, listakvinna 60.000 kr
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...