Alt fleiri ung ynskja at lesa á Fróðskaparsetrinum – men játtanin røkkur ikki
Áhugin fyri at lesa í Føroyum er alsamt vaksandi, og málið um eitt altjóða kappingarført universitet er í eygsjón. Seinastu fýra árini er talið av lesandi á Fróðskaparsetrinum komið upp um 1000 (ein vøkstur á útvið 60%), 7 nýggjar útbúgvingar eru verksettar, og tað er sannlíkt, at vit kunnu røkka 1500 lesandi innan fá ár.
Hetta er av sonnum nakað, sum vit øll kunnu gleðast um og vera errin av, men hóast stóra vøksturin í talinum av lesandi og útbúgvingum, er játtanin til Fróðskaparsetrið bert økt 27% í sama tíðarskeiði.
Í 2013 læt Føroya Landsstýri úr hondum frágreiðingina “Heildarætlan - Fólkaflyting og fólkavøkstur”. Í innganginum stendur millum annað:
“Heildarætlanin Fólkaflyting og fólkavøkstur hevur til endamáls at vísa á átøk, sum kunnu vera við til at gera Føroyar til eitt meira lokkandi stað at búseta seg. Tað er í stóran mun unga ættarliðið, serliga kvinnur, sum tróta í Føroyum.”
Sum átak nummar 1 verður mælt til, at “Játtanin til Fróðskaparsetrið verður stigvíst hækkað við 33 mió. (úr 67 mió. kr. til 100 mió. kr.) árini 2014-2016”. Hetta fyri at stuðla undir endamálinum at økja um talið av lesandi í Føroyum og til at menna gransking, útbúgving og nýskapan í samfelagnum.
Politiska skipanin hevur í ávísan mun raðfest Fróðskaparsetrið: játtanin er hækkað, og stig eru tikin til tess at skapa Fróðskaparsetrinum betri hølisumstøður. Tó er neyðugt at staðfesta, at hækkanin í játtanum als ikki hevur staðið mát við vøksturin í tali av lesandi og útbúgvingum á Fróðskaparsetrinum.
Síðan 2013 er talið av lesandi vaksið við um 400 (60%), sjey nýggjar útbúgvingar eru verksettar, og aðrar útbúgvingar eru styrktar og víðkaðar, men játtanin í sama tíðarskeiði er tó bert hækkað við 18 mió. kr. (27%).
Til fíggjarlógina fyri 2018 gjørdi Fróðskaparsetrið vart við, at fyri at halda verandi virksemi er neyðugt við eini játtan upp á 94,6 mió. kr. Fíggjarlógaruppskotið, sum avvarandi myndugleikar hava sett fram fyri 2018, er einans 87,4 mió. kr. ella umleið 7 mió lægri enn tað, stovnurin setti fram sum neyðugt fyri at halda verandi virksemi og knappar 20 mió. lægri enn tað, sum neyðugt er fyri at menna virksemið hjá Fróðskaparsetrinum á haldgóðan hátt.
Úrslitið er, at Fróðskaparsetrið er komið í eina støðu, har tað ikki einans er ógjørligt at tryggja framhaldandi menning, men eisini at verandi virksemi er álvarsliga tarnað. Um játtanin til Fróðskaparsetrið ikki økist, so merkir tað, at ein av høvuðsstuðlunum undir varandi framburði og fólkavøkstri í Føroyum er álvarsliga hóttur. Ein møgulig – og sera álvarsom – avleiðing er, at Fróðskaparsetrið heilt ella partvíst má steðga upptøku av lesandi í 2018.
Vit vilja tí heita á politisku myndugleikarnar um at gera neyðugu íløgurnar í Fróðskaparsetur Føroya til tess at tryggja verandi virksemi og framhaldandi menning av útbúgvingar- og granskingarmøguleikum her á landi.
Fleiri upplýsingar:
Sigurð í Jákupsstovu, rektari, fartelefon 292503
Ólavur Ellefsen, stýrisformaður, fartelefon 556600
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...