Altjóða bólkur av lesandi tekur av føroyskum avbjóðingum
Altjóða bólkur av lesandi tekur av føroyskum avbjóðingum í sambandi við umlegging av føroysku orkuskipanini.
Talan er um slóðbrótandi átak, International Community Energy Challenge, har fyritøkur og stovnar í Føroyum samstarva við 5 universitet og 25 lesandi úr tilsamans 5 londum um at menna hugskot til nýggjar loysnir fyri burðardygga orkuveiting á landi og á sjógvi.
Universitetini sum luttaka eru Prince Edward Island University, Háskóli Íslands, Heriot-Watt University, Høgskulen på Vestlandet og Fróðskaparsetur Føroya.
Fyritøkur, stovnar og felagsskapir sum luttaka eru Bakkafrost, KJ-Hydraulik, Strandfaraskip Landsins, Tórshavnar Kommuna, Nólsoyar Orkufelag og Orka á Umhvørvisdeildini.
Átakið fer fram í døgunum 15.-23. mai, og verður stuðlað av NORA og Hydrogen Learning Network.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...