Edva Jacobsen Tinglimmir um Setrið.jpg
Edva Jacobsen er limur í Mentanarnevndini fyri Sambandsflokkin
Edva Jacobsen
02.02.2021
Setrið
Skriva út

- Altjóða góðkent og breitt fevnandi Setur

Nú strategiætlanin hjá Fróðskaparsetrinum varð dagførd, hava vit boðið limunum í Mentanarnevndini í løgtinginum at almannakunngera sínar visiónir og ynski um, hvønn leiklut Setrið eigur at hava í føroyska samfelagnum. Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinum hevur orðið í dag

Eg vil arbeiða fyri, at Fróðskaparsetur Føroya kann mennast og styrkjast til framtíðina. Tað er eisini tað, sum samgongan hevur sett sær fyri.

Málið má vera, at Fróðskaparsetrið verður altjóða góðkent og partur av Bologna-avtaluni.

Eitt av málunum, sum sett eru, er at útvega universitetskampus til Fróðskaparsetrið. Her er fíggjarlig raðfesting sett út í kortið fyri 2022 og 2023 við ávikavist 5 og 12 milliónir krónur.

Tað er týdningarmikið, at Fróðskaparsetrið bjóðar út útbúgvingar, sum samfelag og vinna hava og fara at hava tørv á, so land og fólk fær sum mest gagn burturúr.

Sjálvandi skal tað vera spennandi og motiverandi hjá ungdóminum, men eisini er gott at lesa nakað, sum kann nýtast í Føroyum, um man vil búleikast her.

Persónliga hugsi eg ofta um, at vit eiga at hava útbúgvingar, har tað er ómakaleyst at byggja omaná bæði í Føroyum og uttanlands, so at okkara ungdómur fær sum mest burturúr og ikki noyðist at taka nakað umaftur, tí útbúgvingar ikki passa saman.

Fróðskaparsetur Føroya eigur at verða endurskoðað. Millum annað er ynskiligt at lærara-, námsfrøðinga- og sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingarnar verða eftirmettar.

Sera stórur tørvur og eftirspurningur er eftir fakfólki við hesum útbúgvingum, og av teirri orsøk er tað alneyðugt at uppraðfesta hesi økini.

Gransking er sera týdningarmikil í einum framkomnum samfelag. Tað kundi verið spennandi, um Fróðskaparsetrið og vinnulívið settu átøk í verk saman, øllum samfelagnum at gagni. Hetta kundi verið við til at varpa ljós á, hvørjar útbúgvingar hava stóran týdning í framtíðini.

Gott, um Fróðskaparsetur Føroya eisini hugsar um at fevna breitt og at hava neyðug amboð, so at ungdómur, sum hevur onkran serligan tørv í sambandi við lestur, eisini sær seg hava møguleika til útbúgving. Sum dømi kunnu nevnast tey, sum eru hoyri- og lesiveik. Tað finnast so góð amboð.

Her má hugsast um møguleikar, heldur enn um forðingar.

Edva Jacobsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin

**

Lesið eisini tankarnar hjá Beintu Løwe úr Tjóðveldi um Setrið her.

Lesið strategiætlanina hjá Setrinum, Mál og mið 2020-2024, her.

Lesið um, at Setrið skrivar undir Magna Charta Universitatum her.