Altjóða gransking við føroyskum kjølfesti
Eitt lítið samfelag, sum vil menna síni mentanarligu sereyðkenni og sínar fyrimunir í kappingini við onnur samfeløg um fólk og førleikar, noyðist at leggja seg eftir at gagnnýta og menna gransking og undirvísing á altjóða stigi, men tað er eisini umráðandi, at hetta verður gjørt við støði í lokalum treytum. Akkurát í hesum sambandi hava Fróðskaparsetrið og aðrir føroyskir granskingarstovnar ein avgerandi leiklut
Tá Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn í 1965 var eitt høvuðsendamál at menna føroyskt vísindamál umframt at skapa eitt føroyskt granskingarumhvørvi.
Tá høvdu tey fólk, sum løgdu lunnarnar undir Føroya Fróðskaparfelag og síðan Fróðskaparsetrið givið út føroyska vísindaritið Fróðskaparrit síðan 1952. Føroyskt vísindamál hevur frá byrjan verið eitt endamál við Fróðskaparsetrinum, meðan útbúgving so við og við er vorðið ein størri partur av virkseminum hjá Fróðskaparsetrinum.
Í dag er Fróðskaparsetrið væl ávegis at gerast eitt altjóða universitet við undirvísing og gransking, har enskt mál eisini er vorðið ein týðandi táttur.
Altjóðagerð og samfelagsmenning
Hendan altjóðagerð er ein neyðug og mennandi gongd, sum er at síggja allastaðni, ikki bert í Føroyum.
Tað er umráðandi, at vit ikki síggja altjóðagerð og menning av føroyska samfelagnum sum mótpólar. Heldur er talan um søguligar fyritreytir fyri menning, sum í veruleikanum kunnu førast langt aftur í heimssøguna.
Amerikanski professarin Jared Diamond hevur víst á, at søguliga sæð mennast samfeløg sjáldan við støði í nýskapanum, sum tey sjálvi menna, men flest øll samfeløg mennast og verða meira kappingarfør við støði í nýskapanum, sum eru mentar í øðrum samfeløgum. Harav fylgir, at tað er ein fyrimunur fyri eitt samfelag at hava tætt samband við so nógv onnur samfeløg sum møguligt.
Men Diamond vísir eisini á, at ofta eru tað tillagingar av nýskapanum, sum eru mentar í øðrum samfeløgum, til lokalar fyritreytir í einum móttakandi samfelagi, sum fáa avgerandi týdning fyri nyttuvirðið á nýskapanini.
Eitt kent dømi er prentlistin, sum varð ment í Kina í 500-talinum, men ikki slóg ígjøgnum fyrr enn í 1400-talinum, tá tøknin kom í sambandi við evropeisk samfeløg, har bert var neyðugt við góðum 20 bókstavum (ljóðteknum) fyri at prenta eina bók.
Her rann eysturlendsk tøkni og einfalt evropeisk skrivikynstur saman og skapti eina bókmentaliga kollvelting. Mentan, samfelag og tøkni runnu saman og skaptu nakað, sum einki granskingarøki einsamalt kundi skapt.
Hetta setur krøv til undirvísing og gransking á universitetum, sum hava ein leiklut í samfelagsmenningini.
Fróðskaparsetrið - altjóða samstarv við føroyskum kjølfesti
Tað er tí umráðandi, at Fróðskaparsetrið eins og føroyskir granskingarstovnar - fyri at fáa íblástur og tryggja góðsku - leggja seg eftir at luttaka í altjóða granskingarverkætlanum, eins og føroyskir granskarar leggja seg eftir at fáa greinar og bøkur útgivnar í altjóða tíðarritum og av útlendskum forløgum.
Føroysk gransking og undirvísing á universitetsstigi, ið er granskingargrundað, skal lúka somu krøv til vísindaliga dygd, sum verða sett á øðrum universitetum. Men tað er eisini umráðandi, at vit hava føroyskar granskingarstovnar, sum leggja seg eftir at fremja gransking við støði í føroyskum viðurskiftum og føroyskum avbjóðingum, ið vit ikki kunnu ganga út frá, at útlendskir granskingarstovnar fara at gera.
Fróðskaparsetrið eigur eisini at leggja seg eftir at menna smidligar tvørvísindaligar útbúgvingar og tvørvísindaliga gransking, tí loysnirnar uppá ávísar avbjóðingar krevja ofta loysnir, sum spreingja karmarnar í einstøkum vísindagreinum. Tí er neyðugt, at Fróðskaparsetrið leggur seg eftir at menna gransking og undirvísing, sum mentanarliga og samfelagsliga hevur støði í føroyska samfelagnum, tí tað kunnu vit ikki rokna við, at útlendsk universitet fara at gera fyri okkum.
Ein verkætlan um Føroyar í 1800-talinum
Eitt dømi uppá eina tílíka granskingarverkætlan er ein verkætlan á Søgu- og Samfelagsdeildini um Føroyar í 1800-talinum, sum varð stuðlað av Granskingarráðnum. Verkætlanin var eitt samstarv millum fleiri fak, m.a. søgu, samfelagsfrøði og geografi, sum setti avgerandi samfelagsligar broytingar Føroyum í 1800-talinum í eitt nýtt ljós. Granskingarúrslitini, sum vóru úrslit av eini samanrenning millum ríkisrættarlig, stovnslig, politisk, búskaparlig og sosialsøgulig viðurskifti, vórðu løgd fram í føroyskum og útlendskum tíðarritum, eins og greinarnar vóru skrivaðar á føroyskum og á øðrum málum.
Eitt týðandi úrslit av verkætlanini var ein slóðbrótandi ph.d.-ritgerð um leiklutin hjá amtmansstovninum í menningini av føroyskari fiskivinnu í 1800-talinum. Verkætlanin, sum hevur skapt granskingarsambond og -samstørv við granskarar á útlendskum universitetum, hevur eisini sett avgerandi spor í undirvísingina á Søgu- og samfelagsdeildini. Harumframt hevur verkætlanin skapt nógvar møguleikar fyri nýggjari gransking, og hóast verkætlanin formliga er liðug, so fyriliggur uppskot til eitt størri bókaverk um týðandi broytingar í føroyska samfelagnum í 1800-talinum.
Fleiri onnur dømi kundu verið nevnd, men tað avgerandi er at vísa á, at útbúgving og gransking á altjóða stigi í føroyskum viðurskiftum er neyðug, og at tey einans kunnu fremjast við kjølfesti í einum føroyskum granskingarumhvørvi, sum er skipað á og stuðlað av stovnum í Føroyum. Tað er alneyðugt, at føroyskir granskarar luttaka í altjóða granskingarsamstørvum og almannakunngera gransking í altjóða tíðarritum, men tað er eisini umráðandi, at hendan gransking hevur kjølfesti í Føroyum og í føroyskum viðurskiftum.
Tann gyltu millumvegurin
Tað er gott, at okkara ungdómur leitar sær lærdóm og íblástur á útlendskum lærustovnum, men tað er líka umráðandi at útbúgva ungdóm í Føroyum við støði í serligum føroyskum viðurskiftum.
Tað er gott, at t.d. ein løgfrøðingur, sum virkar í Føroyum, hevur kunnleika til løgfrøðlig viðurskifti í øðrum londum, men tað er kanska meira umráðandi, at hansara útbúgving eisini gevur honum kunnleika til viðurskiftini í Føroyum. Tað er alneyðugt, at ein búskaparfrøðingur, sum vil virka í Føroyum, hevur kunnleika til búskaparfrøði sum so, men tað er uppaftur betri, um hann gjøgnum lesturin og – um hann er granskari – granskingina hevur havt møguleika at fáast við serlig føroysk búskaparlig viðurskifti. o.s.fr. Tað er gott fyri tey lesandi og tað er gott fyri menningina av føroyska samfelagnum.
Tað er harumframt ein fyrimunur fyri føroyskt mál, mentan og samleika, um lesturin og granskingin í øllum førum lutvíst er gjøgnumførd í Føroyum á føroyskum máli.
Fyri at taka fyrilit fyri hesum avbjóðingum eru fleiri av útbúgvingunum á Fróðskaparsetrinum, t.d. á Søgu- og samfelagsdeildini, skipaðar soleiðis, at tað er møguligt at leita sær til útlendsk universitet at fáa serligan kunnleika, lærdóm og íblástur ein part av lestrartíðini.
Fróðskaparsetrið miðar eftir, at ein størri partur av okkara ungdómi nemur sær hægri útbúgving í Føroyum, uttan at góðska og íblástur uttanífrá verða skerd.
Eydnast hetta, so vil tað eisini hava við sær, at ein størri partur føroyska ungdóminum verður í Føroyum í sínum bestu árum, umframt at eitt størri og gevandi lestrar- og granskingarumhvørvi mennist í Føroyum.
Tíðargreinin stóð upprunaliga á prenti í Sosialinum 7. august 2020
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...