Annie Fjalsá
28.02.2012
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Altjóða studentsprógv á United World College í Noreg

Umsóknarfreist 13.mars.


Red Cross Nordic United World College Foundation bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi, ið er liðugur í 1. flokki í eini gymnasialari miðnámsútbúgving á sumri 2012, at taka IB (International Baccalaureate) eftir 2 árum á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi. Dale liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen. IB (International Baccalaureate) er eitt altjóða studentsprógv, ið gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur sum eitt føroyskt studentsprógv.

Endamálið hjá skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki, og verður hetta m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 70 ymiskum londum búgva og lesa saman á skúlanum.

Stuðulsstovnurin rindar - eftir umsókn - skúlagjald og innivist. Hetta merkir, at viðkomandi ikki samstundis frá Studna fær stuðul sum útibúgvandi. Ferðing aftur og fram millum skúlan og Føroyar verður goldin sambært galdandi reglum hjá Stuðulsstovninum. Upphæddin er í 2012 kr. 4.000.

Nærri upplýsingar um skúlan fáast við at venda sær til Mentamálaráðið á telefon 555073 ella til lestrarvegleiðingina á skúlanum, har tú gongur. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan á hesi heimasíðuni:[ %20www.rcnuwc.no ] www.rcnuwc.no

Umsókn um upptøku á Red Cross Nordic United World College, ljóstak av støðumetan saman við eini stuttari frágreiðing um teg sjálva/n skulu vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi týsdagin 13. mars 2012. Umsóknarblað er at finna á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum á adressuni: 

[ www.mmr.fo ]http://www.mmr.fo - undir "Aðrar útbúgvingar - Oyðubløð