Altjóða Summarskeið á Føroyamálsdeildini
Í ár skipar Føroyamálsdeildin fyri einum altjóða summarskeiði í føroyskum.
Skeiðið telur 10 ECTS, og er frá 4. august til 23. august. Fólk ymsastaðni frá eru komin higar at læra seg føroyskt. Talan er um 27 fólk úr eitt nú Grønlandi, Russlandi, Fraklandi og USA.
Tveir flokkar eru á skeiðnum. Marjun A. Simonsen undirvísir byrjanarskeiðnum og Erla Bech Nolsø og Lena Reinert undirvísa framhaldsstudentunum.
Hesi skeið hava nú í nøkur ár verið hildin á Føroyamálsdeildini, og úrslitið hevur m.a. verið, at summi lesandi eru farin heim aftur til síni heimauniversitet, og hava har skrivað ritgerðir um føroyskt mál, bókmentir ella eitt nú tónleik.
Umframt at hava 40 tímar í máli, verða fyrilestrar hildnir um ymisk viðurskifti sosum føroyska søgu, føroyskan tónleik og rokktónleik og føroyskar bókmentir.
Ábyrgd av skeiðnum hevur Hjalmar P. Petersen, og tað eru Hjalmar P. Petersen og Lena Reinert, sum hava skipað fyri skeiðnum.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...