Altjóða summarskeið í føroyskum
Í ár hava tvey skeið í føroyskum verið á Føroyamálsdeildini, eitt fyri norðurlendingar og eitt altjóðaskeið.
Í tíðarskeiðnum frá 8. august til 27. august er eitt altjóða summarskeið í føroyskum. Studentarnir koma úr ymiskum londum sum USA, Kina, Týsklandi, Skotlandi, Danmark, Sveis o.ø. Fyriskipari er Hjalmar P. Petersen, og hevur Altjóða Skrivstovan hjálpt til við umsóknunum og upplýsingum um skeiðið. Lena Reinert er eisini knýtt at skeiðinum sum hjálpari, t.e. hon skipar fyri hýsing. Tað eru 34 studentar á skeiðnum, og tey eru í tveimum flokkum. Í fyrra flokki eru byrjarar, og hin er ein framhaldsflokkur. Marjun A. Simonsen undirvísir fyrra flokki. Sandra Saxov undirvísir í øðrum flokki, og hevur hon Ragnar Sigrunarson aftur at sær tvær tær fyrru vikurnar av trimum, sum skeiðið varar. Umfram at hava undirvísing í føroyskum, eru fyrilestrar um føroyskt mál, bókmentir, føroyska søgu, føroyskan mat og um tónleik. Aftur at hesum fara tey útferð og vitja á Listasavninum. Næsta skeið av hesum slagnum verður í 2018.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...