03.08.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Altjóða summarskeiðið farið til verka

Altjóða summarskeiðið 2012 varð sett mikudagin við móttøku og kunning.


Altjóða summarskeiðið 2012 á Fróðskaparsetrinum varð sett mikudagin við móttøku og kunning.  Hósmorgunin byrjaði undirvísingin. Málundirvísingin fer fram í tveimum bólkum við  Marjuni A. Simonsen og Hjalmari P. Petersen sum lærarum. Á skeiðinum eru 26 næmingar úr Føroyum, Danmark, Íslandi, Noregi, Onglandi,Týsklandi, Skotlandi, Spania og USA. Skeiðið endar 22. august.