06.08.2009
Skriva út

Altjóðaskeið

Altjóðaskeiðið í føroyskum máli og mentan á Fróðskaparsetrinum 2009.


Altjóðaskeiðið í føroyskum máli og mentan á Fróðskaparsetrinum byrjaði 1. august og heldur á til 22. august. Á skeiðinum eru 31 studentar úr ymsum londum, harímillum sjey úr Eysturríki, tíggju úr USA, fýra úr Týsklandi og annars úr Polen, Hollandi, Belgia, Kanada, Fraklandi, Finnlandi Svøríki og Noregi.


Hvønn morgun verður undirvíst frá 9-12 í føroyskum máli í trimum bólkum. Lærarar eru Hjalmar P. Petersen ph.d., Randi Kúrberg MA og Marjun Simonsen cand.phil. Seinnapartin eru fyrilestrar um áhugaverd evnir.


Skeiðið bjóðar eisini uppá: fyrilestur og útinnan av ”Ballads and ringdancing” á Føroyamálsdeildini við Óla á Geilini, ”Contemporary Faroese History” við Elin Súsonnu Jacobsen, ”Faroese and Globalization” við Zakaris S. Hansen og ”The Faroes – an international fisheries nation” við Kate Sanderson, ”Nature in Faroe” við Onnu Mariu Fosaa, ”Faroese Art” við Kinnu Poulsen og ”Get together” við Hera Joensen frá Týr. Eisini inniheldur skeiðið túr í gomlu Havnini við leiðvísara, vitjan á Føroya Fornminnissavni, gongutúr til Kirkjubøar og ferð runt í Streymoy, Eysturoy og Suðuroy.


Skeiðsskipari er Turið Sigurðardóttir, professari.