26.10.2009
Setursskrivstovan
Skriva út

Altjóðaskeið í føroyskum máli og mentan í 2011

Næsta altjóða summarskeið í føroyskum máli og mentan verður hildið í 2011 í tíðarskeiðinum 3. - 25. august á Føroyamálsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.


Umleið annaðhvørt ár heldur Fróðskaparsetur Føroya summarskeið í føroyskum máli og mentan fyri útlendskar málstudentar og onnur áhugað.


Skeiðið er umleið 60 tímar í føroyskum máli, bókmentum og mentan. Í málundirvísingini verður nýtt lærutilfar eftir Hjalmar P. Petersen og Jonathan Adams: Faroese. A Language Course for Beginners. Grammar (325 bls.)/ Textbook (374 bls.) og fløga. 2009 Útgevari er Stiðin, Tórshavn.


Sí meira um lærutilfarið


Lurta eftir fløguni ókeypis á: stidin.fo


Sí upplýsingar um seinasta altjóða summarskeið