ÁMÁS - Áhugafelagið Mentanarvinir á Setrinum
ÁMÁS - Áhugafelagið Mentanarvinir á Setrinum - er eitt nýstovnað felag fyri øll lesandi og starvsfólk á Setrinum. Felagið vendir sær til tey, sum hava áhuga í list, mentan og samfelag, og sum ynskja kunning um aktuell tiltøk, har til ber at fáa avsláttur.
Lestrarskrivstovan hevur gjørt samstarvsavtalu við nakrar mentanarstovnar. Hetta merkir, at lesandi og starvsfólk á Setrinum nú kunnu fáa munandi avsláttur – og onkuntíð ókeypis atgongumerki - til ávís tiltøk. Kunningarbrøv verða send til tey lesandi og starvsfólkini, tá aktuell tiltøk eru, har til ber at fáa ein serligan avsláttur, tá ein keypir atgongumerki.
Limaskapur í felagnum
Lesandi ella starvsfólk á Setrinum eru føddir limur í felagnum ÁMÁS. Men sjálvsagt ber til at melda seg úr, um ein ikki hevur áhuga í at vera limur ella ikki ynskir at fáa kunningarbrøv um tiltøk, sum avsláttur fæst til.
Limirnir fáa við millumbilum kunningarbrøv í telduposti við tilboðum um avsláttur til aktuell tiltøk. sum kunnu vera alt frá konsertum, sjónleiki, fyrilestrum, filmi, vitjanum á søvnum, ítróttartiltøkum osfr. Einans hugflogið setir mark. Uppskot til tiltøk, sum avsláttur ynskist til, eru vælkomin. So verður roynt at gera avtalur um hetta fyri limirnar.
Konsert við Tue West
Sum ein forsmakk uppá, hvat limir í ÁMÁS kunnu fáa bjóðað, verður byrjað við at bjóða øllum lesandi og starvsfólkum á Setrinum atgongumerki fyri helvtarprís til konsertina við TUE WEST, sum verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 8. oktober 2016, kl. 19.30.
Øll lesandi og starvsfólk fáa kunningarbræv um, hvussu tey bera seg at við at fáa atgongurmerkini fyri helvtarprís.
Hvørjar fyrimunir hava limirnir í ÁMÁS?
• Avsláttur til ávís tiltøk, sum eru fyriskipað av stovnum ella feløgum, ið áhugafelagið hevur gjørt avtalu við
• Av og á ókeypis atgongd til serstøk tiltøk
• Innbjóðing til tiltøk fyriskipað einans fyri limir o.o. innbjóðað
• Kunningarbrøv við yvirliti yvir konsertir, sjónleikir, fyrilestrar, framsýningar og onnur tiltøk, sum tilboð um avsláttur fæst til
• Møguleika fyri at hitta onnur, sum eisini hava áhuga í list, mentan og samfelag
Hvørjar stovnar hevur felagið avtalu um avsláttur við?
Avtala um avsláttur til limirnar í felagnum til ávís tiltøk er higartil gjørd við hesar stovnar / mentanarhús:
• Norðurlandahúsið
• Tjóðpall Føroya
• Reinsaríið / Perlan
Ætlanin er at fáa avtalur við fleiri aðrar stovnar, feløg og mentanarhús eisini, sum vilja bjóða limunum í ÁMÁS tilboð um avsláttur. Uppskot eru vælkomin.
Hvat kostar tað at vera limur í ÁMÁS?
Tað er ókeypis at vera limur í felagnum.
Hvussu gerist eg limur í felagnum?
Um tú ert lesandi ella starvsfólk á Setrinum, ert tú longu føddur limur.
Ynskir tú at melda teg úr og ikki at fáa kunningarbræv longur, ber til at gera hetta umvegis leinki niðast í kunningarbrøvunum, sum øll lesandi og starvsfólk fáa.
Fái limirnir eitt limakort?
Nei, men lesandi kunnu vísa sítt lestrarkort fram sum skjalprógv fyri, at tey eru lesandi á Setrinum við rætti til tann avslátturin, sum lýstur er í kunningarbrøvunum, ið limirnir fáa. Annars fáa øll á Setrinum, sum ynskja tað, javnan kunningarbrøv, har tað verða upplýst leinki til síður, har til ber at keypa atgongumerki á netinum fyri avsláttarprís.
Hvørjar reglur eru galdandi fyri limaskapin í áhugafelagnum Mentanarvinir á Setrinum?
• Limaskapurin í áhugafelagnum Mentanarvinir á Setrinum er persónligur. Limatilboð eru sostatt einans galdandi fyri limirnar persónliga, uttan so at annað er tilskilað í kunningarbrævinum, t.d. tilboð til pør, familjur ella onnur
• Ókeypis atgongumerki, sum limir kunnu fáa tilboð um, kunnu ikki vekslast til reiðan pening
• Tá einans eitt avmarkað tal av atgongumerkjum er til limirnar, so er reglan galdandi, at tey, sum biðja um atgongumerki fyrst, fáa atgongumerkini, inntil uppi er
• Einans limir í áhugafelagnum hava rætt til at gera brúk av tilboðunum, sum limirnir fáa boð um í kunningarbrævi. Um limir misbrúka rættin við t.d. at lata øðrum sítt lestrarkort fyri at fáa avsláttur, kann limurin missa sín limaskap
• Sum limur í áhugafelagnum góðtekur tú at taka ímóti kunningarbrøvum við tilboðum um avsláttur til ymisk tiltøk. Limir hava tó altíð rætt til at avmelda kunningarbrævið. Allar upplýsingar verða viðgjørdar í trúnaði.
• Limaskapurin er galdandi frá, at limurin byrjar sum lesandi ella starvsfólk á Setrinum
• Limaskapurin er einans galdandi, so leingi limurin er lesandi á Setrinum
Tey, sum ynskja at strika seg sum limir, kunnu gera tað her: strika meg sum lim og strika meg av mail-listanum og annars umvegis leinki í kunningarbrøvunum.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...